Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Ein svartur dagur

Brandur Eyðbjørnsson
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

ImageVið einum sigri ímóti West Ham kundu vit av álvara leggja trýst á Chelsea á 5. plássi, plássinum, sum gevur okkummøguleika fyri luttøku úti í Europa í næsta ár. Hetta skuldi tó vísa seg at blíva ein trupul dystur fyri okkara viðkomandi (les meira inni í greinini).

 

  

Dalglish hevði til dystin ímóti West Ham aftur valt at brúka tríggjarsentralar verjuleikarar við Johnson og Kelly sum vongbakkum. Gerrard var eisiniblivin klárur til dystin, hóast tað longi ljóðaði, at hann ikki skuldi verðaklárur. Liðið sá tí á pappírinum sterkt út, og við tí í huga, at West Ham lá áaftasta plássi áðrenn dystin, skuldi hetta helst verði ein lættur dystur, mensoleiðis skuldi tað als ikki verða.

Dysturin byrjaði javnur, har Liverpool hevði eitt lítið yvirtak í spælið,men frameftir vøllinum høvdu teir trupult við at skapa nakað serligt. West Hamhevði lisið ógvuliga væl uppá lektiuna til dystin, tí menn sum Suarez, Meirelesog Gerrard blivu pakkaðir væl niður og tí máttu menn sum Lucas taka yvir, ogtað gekk ikki serliga væl. Sum hálvleikurin leið tók West Ham meira og meirayvir og Liverpool leikararnir endaðu við at renna aftaná West Ham restina avfyrra hálvleiki. West Ham, við Scott Parker á odda, byrjaði at spæla góðan ogskjótan fótbólt, og teir funnu allatíðina rúm ímillum keturnar hjá Liverpool,og fingu soleiðis nógv pláss at spæla á. Teirra spæl gav eisini úrslit eftir 22minuttir, tá Scott Parker við einum fínum máli fekk lagt heimaliðið á odda. Manvónaði nú, at Liverpool fór at leggja trýst á West Ham fyri at fáa útjavnandimálið, men hetta trýsti kom tíverri ongantíð. Menn sum Gerrard, Meireles ogSuares høvdu bestemt ikki ein góðan fyrra hálvleik, og tí kláraðu vit ikki atskapa nakran serligan málmøguleika. Glen Johnson royndi at taka nakrar túrarfram eftir vøllinum, men ongantíð bleiv tað heilt farligt. West Ham hevði snøgtsagt alt ov lætt við at bróta okkara spæl niður. Endin av fyrra hálvleiki fekkein keðiligan enda, tá fyrst Kelly mátti fara av vøllinum við fiburspreinging,og síðan West Ham legði seg á odda 2-0, eftir at Liverpool sóu nakað tunnir útí verjuni. 2-0 í hálvleikinum og hetta sá út til at blíva ein syrgiligur dagurfyri okkara viðkomandi.

West Ham legði seg sum væntað longur aftur á vøllin í seinna hálvleiki oghetta gav okkara lyklaleikarum meira pláss at spæla á, men tað heila bleiv ikkilættari, tá Meireles eisini mátti fara út við skaða beinanvegin í seinnahálvleiki. Sjálvt um vit fingu meira pláss at spæla á, so var tað West Ham, sumenn dugdu betri at skapa nakrar farliga málmøguleikar, og eftir eitt hornakundu teir lagt seg á odda 3-0, tá ein leikari kom at standa púra fríur, menskallarin fór framvið. Sum tíði leið fingu okkara leikarar meira og meira spæl,og nógva trýstið byrjaði so smátt at geva úrslit. Nøkur farlig langskot,trunkaspæl í teirra feltið og eitt gott gjøgnumbrot frá Suarez góvu einumvónina um, at hetta kanska kundi blíva ein frægari dagur, enn fyrri hálvleikurvísti. Men tíðin gekk undan okkum og enn var einki mál komið. Ikki fyrrenn í 84. minutti kom endiliga ein glotti, eftir at Suarez hegnisliga slapp forbí einWest Ham verjuleikara og sendi bóltin fyri føturnar á Johnson, sum bara skuldiseta innarusíðina á. 2-1 og nú var vónin aftur til staðar, men tíðin var knøpp.Okkara leikarar fingu heldur ongantíð ordiliga spælið at koyra eftir málið, ogí staðin var tað West Ham, sum í hinum endanum kundi sløkkja dystin við einummáli til 3-1. Eitt mál, sum Reina kanska kundi gjørt okkurt við, men líkamikið,dysturin var yvirstaðin.

Hann endaði eisini 3-1, og skommin má sigast at vera fullkomin. At fara tilLondon at spæla ímóti einum liði, sum liggur aftast og bert hevði fingið 5sigrar í hús undan dystinum. Tað gjørdi sjálvandi ikki dagin nógv betri, atbæði Kelly og Meireles máttu fara út við skaða og soleiðis kanska eru úti tildystin ímóti Manchester United, sum vit møta næsta sunnudag á heimavølli. Vithøvdu í dag møguleikan til at leggja trýst á Chelsea á 5. plássi, men hesummøguleikanum tóku vit tíverri ikki av. Tað verður trupult at fáa fatur í hasumplássinum, sum gevur okkum pláss at spæla úti í Europa næsta kappingarár. 

Til dystin um eina viku skal annað skinn um bak skulu vit hava nakran sumhelst møguleika ímóti Manchester United, sum eru væl koyrandi fyri tíðina.  

 

Leikaramet

Reina 5: Blívur snýttur av skotinum hjá Parker, fær einki gjørt við næsta málið, men eigur at taka skotið til triðja málið.

Wilson 4: Hevur tað trupult til tíðir á bakkinum. Í næsta málinum tapur hann eina luftduel og manglar sostatt í verjuni tá innleggið kemur í feltið.

Carragher 6: Er tryggasti skansi í verjuni í dag, heldur verjuni uppi.

Skrtel 5: Ger tað okay, men missir bóltin til Cole í síðsta málinum.

Johnson 6: Spælir ein fínan dyst, og er kanska besti leikari hjá okkum í dag. Kemur væl við frameftir vøllinum og skorar eisini okkara mál.

Kelly 5: Gjørdi tað fínt so leingi hann var inni.

Gerrard 6: Bleiv hildin úti av dystinum í fyrra hálvleiki, men fær meira pláss í seinna og tá sáman, hvussu umráandi maðurin er.

Lucas 5: Sást í fyrra hálvleiki, at hann ikki er góður nokk til at hava árbyrgdina av miðjuni. Ger tó til tíðir fínt verju arbeiði.

Meireles 5: Sumvið Gerrard bleiv hann hildin uttanfyri og hevur tað tí ikki lætt, og fer eisini út við skaða.

Kuyt 4: Kemur ikki nógv burturúr í dag. Rennur nógv sum altíð, men tað kann vera líkamikið um tað ikki kann brúkast til nakað.

Suarez 6: Hevðitað ikki lætt í dag og blívur vardur væl. Tó fær hann sloppið sær flott fríðanav West Ham verjuni til tíðir og skapt onkran góðan møguleika. Ger eisini eina flotta vending áðrenn málið til 2-1.

Cole 4: Kemur innfyri Kelly, men setur sum so ongan dám á dystin og dettur tíverri burtur ímillum. Er enn ikki í dystarformi.

Ngog 5: Kemur innfyri Meireles og hevði nakrar góðar túrar fram eftir vøllinum, men tað blívur tíverri ongantíð heilt vandamikið.

Ein svartur dagur
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan