Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Hølvaðu Manchester United av

Brandur Eyðbjørnsson
Send til ein fjeppara Skriva út PDF
ImageOkkara størstu arvafíggindar komu á vitjan á Anfield og hetta var sum altíð ein ógvuliga spennandi dystur. Manchester United hevur havt tað trupult á útivølli í ár ímeðan vit hava havt eina góða gongd í seinastuni á heimavølli. Fyritreytirnar vóru sostatt góðar undan dystinum, og hetta skuldi eisini vísa seg at blíva ein fantastiskur seinnapartur á Anfield (les meira inni í greinini).

 

Dysturin ímóti Manchester United var sum altíð ótrúliga umráandi, bæði tí vit kundu gera lívið eitt sindur trupult fyri teir í oddanum av Premier League, men ikki minst tí vit sjálvir skuldu koma longur upp á stigatalvuni. Hartil skal sjálvandi ikki gloymast, hvussu umráandi tað er at hava rættin at arga okkara arvafíggindar ta næstu tíðina.

Manchester United vóru eitt sindur skerdir til dystin, tí bæði Rio Ferdinand og Vidic vóru ikki tøkir, og tí hevði verjan ikki heilt somu styrki, sum hon annars hevur havt. Hetta hevði King Kenny heilt sikkurt havt í tonkunum undan dystinum, tí frá fyrsta bríksli løgdu okkara leikarar seg høgt á vøllin og løgdu tryst á verjuna hjá Manchester United, sum als ikki sá serliga trygg út. Teirra leikarar fingu ikki ordiligt fótafesti teir fyrstu minuttirnar av dystinum og hetta tendraði okkara leikarar, og ikki minst alt Anfield, enn meira. Vit lógu tætt í teirra leikarum og vunnu ofta bóltin skjótt aftur eftir vit sjálvir høvdu mist hann. Vit komu eisini til nakrar stórar møguleikar, har Suarez millum annað fekk bóltin á seg eftir eitt skot frá Meireles, men tíverri var hann ikki heilt klárur, og møguleikin bleiv ikki til nakað. So við og við kom Manchester United betri við í dystin og tað byrjaði eisini at koma glið á teirra spæl. Tað bleiv tó ikki til nakran heilt stóran møguleika, men var Berbatov eitt sindur meira heppin, so hevði hansara langskot fari í stongina og í mál, men tíbetur fyri okkum fór bólturin út. Reina hevði ikki klárað at komið út til bóltin um so var hann var innanfyri, og nú vóru okkara leikarar ávaraðir.

Gerrard var blivin klárur til dystin og hetta hevði nógv at siga í fyrra hálvleiki. Hann lá langt aftri á vøllinum og bygdi eitt álop upp eftir annað. Saman við Meireles, Suarez og Kuyt fekk hann skapt nøkur vandamikil gjøgnumbrot úti í síðunum og hetta bleiv ofta til nakrar vandamiklar møguleikar. Í 34. Minutti bragdaði eisini, tá Suarez fekk bóltin inni í feltinum hjá Manchester United. Hann gjørdi ikki mætari enn at fara framvið 4 mótstøðuleikarum og fekk so sent bóltin inn tile in fríðan Kuyt, sum bara skuldi seta fótin á boltin. 1-0 til okkum og Van Der Saar í øðini, tí hann helt Kuyt var rangstaddur, men so var ikki. Dysturin tendraði nú av álvara  og okkara leikarar vóru svangir eftir meira. Stutt eftir fyrsta málið kom eitt innlegg frá høgru síðu, sum til síðst endaði á høvdinum hjá Nani. Hann rakti bóltin heilt skeivt, og skallaði bóltin inn Kuyt, sum stóð einsamallur frammanfyri málinum og skuldi tí bara seta skallan á bóltin. 2-0 til okkum og Anfield stóð til at bresta! Men Anfield var ikki tað einasta, sum stóð til at bresta. Í síðsta minutti gjørdi Carragher eina nakað harða tackling ímóti Nani, sum kanska kundi givið eitt reytt kort. Hann fekk tó bert tað gula, men Manchester United leikararnir sóu nú reytt. Rafael takklaði Lucas við báðum beinunum fremst og hendan takklingin kundi líka so væl givið reytt kort, men gav tó bert eisini gult. Eftir hesa takklingina mundu menn farið til hendurs, men dómarin kláraði at halda hurlivasinum niðri, og so bleiv tað floytað til hálvleiks.

 Í øðrum hálvleiki sást, at Manchester United ikki fann seg í støðuni og vildu hava okkurt heim við frá dystinum. Teir trýstu okkara leikarar langt aftur á vøllin, og man byrjaði at blíva eitt sindur nervøsur um, at teir kanska fóru at fáa eitt mál, og so fór tað av álvara at blíva vandamikið. Teir vóru eisini ógvuliga tætt við at fáa mál, men teir manglaðu tíbetur tað síðsta. Millum annað bjargaði Meireles einum skallara frá Berbatov á málstrikuni, men so sluppu teir heldur ikki tættari. Kuyt og Suarez, sum vóru heilt fantastiskir í dag, vildu tað eisini annaðleiðis, tí í miðjun seinna hálvleiki fingu vit fríspark nakað uttanfyri teirra felt. Suraez varð settur at taka, og hann skeyt bóltin heilt niðri við stongina, har Van Der Sar var komin út. Men hann var somikið trýstur, at hann misti bóltin út til Kuyt, sum var púra klárur og setti bóltin í netið til 3-0, og dysturin var nú avgjørdur. Tað sást týðiliga, at Manchester United leikararnir ikki trúðu uppá tað meira og teir løgdu als ikki líka stórt trýst á okkara menn meira. Spælið gekk javnt fyri seg restina av dystinum, har hvørki vit ella teir vóru heilt tætt við fleiri mál, men skuldi tað verði nakar, so vóru tað vit, sum vóru tættari uppá 4-0 enn teir vóru til 3-1. Suarez fekk bóltin og fer eftir fer trillaði hann runt við verjuni hjá United, sum høvdu trupult við at fylgja við okkara skjóta áleypara. Tá eitt korter var eftir av dystinum kom Andy Carroll eisini á vøllin og eftir nøkur fá sekund vísti hann, hvussu sterkur hann er í luftini. Hann hevði tó trupult við at fáa nakað merkistvert burturúr og maðurin hevur brúk fyri meira dystarvenjing.

Manchester United fekk eitt mál í yvirtíðini, men hetta broytti tó ikki nakað, tí nakrar fáa minuttir aftaná floytaði dómarin dystin av. Vit vunnu sostatt hendan umráandi dystin, og tað við stíli. Vit settu okkum á dystin frá fyrsta bríksli og spældu væl og organiserað. Dalglish hevði heilt víst givið okkara leikarum røttu orðini innan dystin, tí allir arbeiddu sum hestar og kempaðu fyri hvørjum tí einasta bóltinum. Manchester United legði okkum undir trýst í seinna hálvleiki, og sjálvt um teir vóru tætt við at fáa mál, so hóraðu vit undan nógva trýstinum og gjørdu ikki mætari enn at skora í hinum endanum. Vit hava vunnið 3. sigurin á rað á heimavølli ímóti okkara stórstu fíggindum, og eru enn við í oddinum av Premier League. Vit spæla eina ógvuliga góðan dyst í dag, men um vit enn skulu vera har uppi tað er stuttligt at vera, so skulu vit halda áfram við hesum spælinum. Tað er fantasktiskt at vinna stórsigur á Manchester United, men í prinsippinum er hetta ikki meira enn 3 eyka stig á stigatalvuni, og nú skulu vit aftur hyggja fram ímóti næsta dystinum. 

 

 Leikaramet

Reina 6: Verður aldrin ordiliga settur undir trýst, og hevur flestu støður undir kontrol. Tó nøkur vánalig útspark frá okkara aftasta skansa. 

Johnson 6: Byrjar dystin væl við sínum vanligu renningum fram eftir vøllinum, men verður fluttur á vinstra bakk og verður sostatt ikki so eyðsýndur restina av dystinum.

Carragher 7: Ger tað væl í verjuni, sjálvt um hann verður fluttur á høgra bakk. Fyllir nógv of stýrir verjuni.

Skrtel 7: Eisini sterkur í verjuni, og hevur gott tak á Berbatov.

Kyrgiakos 7: Kemur kaldur á vøllin, men kemur væl inn í dystin. Vinnur nógvar luftduellir.

Maxi 5: Sæst tíverri ikki nógv á vøllinum og dettur burturímillum.

Gerrard 7: Lá langt aftri á vøllinum og stýrdi spælinum.  Skapti nógvar møguleikar fyri viðleikararnar.

Lucas 6: Ger tað heilt okay í dag, er sterkur í verjupartinum,

Meireles 7: Spælir enn ein góðan dyst og er ógvuliga vandamikil við sínum djúpu renningum afturum verjuna hjá United.

Kuyt 8: Ger hattrick í dag og tað sigur alt. Arbeiðir ótrúliga hart og eigur stóran part av, at vit standa sum sigursharrar í dag.

Suarez 9: Vísti okkum í dag, at vit ikki nýtast at sakna Torres. Spælir ein fantastiskan dyst og fer eftir fer rennur hann verjuna hjá Manchester United heilt flata, og teir klára ikki at fylgja við honum. Besti leikarin í dag.

Carroll: Er ikki nóg leingi inni, men gott at síggja hann er við at blíva klárur. Sæst, at hann manglar dystarvenjing, men vísir til tíðir hansara stóru styrki í luftini. 

Hølvaðu Manchester United av
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan