Besti møguleikin hjá okkum at spæla fótbólt úti í Europan æsta ár, var at fara allan vegin í Europa League og vinna kappingina. Braga var á vitjan á Anfield, eftir vit taptu fyrra dystin í Portugal 1-0.
Tað var sostatt vit, sum høvdu ryggin ímóti múrinum ogskuldu fram at skora mál um vit vildu víðari í kappingini, men hetta sást ikkií fyrra hálvleiki av dystinum. Gerrard og Suarez vóru ikki tøkir til dystin oghetta sást væl aftur á okkara spælið. Frá dystarbyrjan høvdu vit trupult við atfinna rætta stevið, sjálvt um tað bleiv til nakrar hálvgum vandamiklar møguleikar. Carroll var við frá byrjan av dystinum og hann vísti beinanvegin, hvat vit kunnu vænta av honum. Hann vísti stóra styrki í luftini og var við tilat skapa nakrar málmøguleikar í byrjanini av dystinum, men sum sagt, so høvduvit tað tó trupult at skapa nakað heilt vandamikið. Hinvegin fingu Bragaleikararnir til tíðir sera gott pláss at spæla runt sínamillum, og tí sást taðals ikki, at tað var okkara lið, sum skuldi fram á vøllin at skora mál. Bragaspældi við trimum leikarum mitt á miðjuni og hetta gjørdi tað ógvuliga trupultfyri okkara menn, sum ikki fingu loyvi at byggja spælið upp mitt eftirvøllinum. Vit hava ikki sterkar leikararnir á vengrunum, so Braga venjarinhevði lisið væl uppá lektiuna til dystin. Fyrri hálvleikur gekk javnur fyriseg, har eingin heilt stórur møguleiki bleiv skaptur. Við eitt sindur av hepnikundi Joe Cole tó lagt okkum á odda eftir gott fríspæl frá Carroll, menmálmaðurin bjargaði væl. Eftir síðsta bríksl í fyrra hálvleiki var støðan 0-0.Um vit skuldu koma víðari í hesi kappingini skuldi vit heilt sikkurt vera meirakreativir fram eftir vøllinum.
Tíverri byrjaði seinni hálvleikur ikki nógv betri enn fyrri.Sama keðiliga, seina spælið var at síggja og ein sat av álvara og saknaði einSuarez, sum hevði kunnað fingið eitt sindur meira fer yvir okkara spæl. Avteimum 11, sum Kenny hevði valt til dystin var eingin, sum spældi nakað serligavæl og eingin traðkaði í karakter. Minuttirnir gingu undan okkum og Kenny valdiso at seta Ngog í álopið fyri at fáa meira tyngd uppi á vøllinum, men lítiðnyttaði. Spælið var heilt øgiliga óuppfinnsamt har tað næstan sá út til okkara leikarar ikki vistu, at tað vóru vit, sum vóru aftanafyri í samlaðu støðuni og sostatt vóru á veg út úr europeiskum fótbólti. Tað var eisini júst hetta ið hendi, tí eftir 90 spældar minuttir høvdu vit ikki klárað at skora mál á heimavølli ímóti Braga, og veruleikin er tann, at vit eru úti av Europa League.Vit kunnu ikki gera annað enn skylda uppá okkum sjálvar, tí í dystinum sá taðikki út til, nakar av leikarunum tímdi ella trúði uppá, at tað lat seg gera atkoma víðari í Europa. Teir hildu kanska dysturin fór at gerast lættur, tí mótstøðuliðið bara var Braga, men liðið úr Portugal fekk víst at dugur er íteimum, og teir gjørdu sanniliga sítt til, at vit nú sita úti í kuldanum.
Nú hava vit bert Premier League at hugsa um, har vitsunnudagin skulu møta Sunderland. Vit hava bert 9 dystir eftir í ár, har vit helst skulu fáa 3 stig í øllum teimum um vit skulu gera okkum vónir um fótbólt úti í Europa næsta ár.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









