Eftir, at vit fóru úr Europa League fyrr í vikuni, var ein sigur ímóti Sunderland ógvuliga umráandi. Sunderland hevur havt eitt fínt kappingarár, so hetta fór ikki at verða ein lættur dystur (les meira inni í greinini).
Gerrard er enn ikki tøkur til dyst eftir hann fór undirskurð herfyri, men liðið sá tó spennandi út áðrenn dystin. Agger var aftur at síggja millum teir fyrstu 11 og harafturat skuldu vit síggja Carroll og Suarez spæla saman í álopinum fyri fyrstu fer. Men sjálvt um liðið sá spennandi út, sovar spælið í byrjanini av dystinum ikki serliga spennandi. Vit høvdu nøkurvandamikil hornaspørk beinanvegin í dystinum, men tað var tó Sunderland, sumstýrdi dystinum. Teir spældu væl saman og fyri tað mesta var tað okkara leikarar, sum runnu aftaná teimum. Dalglish hevði valt at seta Lucas og Spearing saman mitt á miðjuni, meðan Meireles varð settur á vinstra vong og hetta ávirkaði heilt sikkurt okkara spæl. Hvørki Lucas ella Spearing eru serliga sterkir tá álop skulu byggjast upp og tí høvdu vit heldur ikki serliga nógv væl uppbygd álop í fyrra hálvleiki. Tað var ofta, at langir bóltar blivusendir upp til Suarez ella Carroll, sum síðani skuldu halda uppá bóltin fyri atfáa alt liðið upp við. Eftir 20 minuttum høvdu Sunderland longu gjørt tvær útskiftingar og hetta kom heilt sikkurt at ávirka teir. Vit tóku meira yvir ogfingu meira pláss at spæla á. Hetta sást eisini eftir 33 minuttum, tá ein heldur tilvildarligur bóltur bleiv sendur fram á hálvuna hjá Sunderland. Støðan var ikki serliga vandamikil, men ein verjuleikari hjá Sunderland klossaði bóltin burt og so var Spearing púra klárur. Hann fangaði bóltin og fór rekandi beint ímóti teirra málið. Hann bleiv tó takklaður nakað hart, og dómarin dømdi fríspark. Hetta vísti seg eisini at vera púra rætt dømt, men linjuverjin hjálpti okkum tó og vísti á straffiplettin. Vit fingu sostatt eitt straffi, sum vitikki áttu, men vit klaga ikki, og tað gjørdi Kuyt heldur ikki. Hann sendi bóltin í netið og so var 1-0 til okkum, sjálvtum hetta var ikki heilt uppiborðið um ein hugsaði um gongdina í hálvleikinum. Í restini av hálvleikinum hendi ikki nógv, hóast Sunderland royndi at koma fram ávøllin fyri at javna, men teir blivu ongantíð heilt vandamiklir.
Seinni hálvleikur byrjaði fyri okkara viðkomandi nógv betri enn fyrri gjørdi. Sunderland fekk nú ikki líka nógv pláss á vøllinum og okkara leikarar tóku meira yvir og spældu nú bóltin væl runt sínamillum. Vit vóru nærum vandamiklir í hvørjum álopi og nýggja álopsparið hjá okkum sá nú betri út enntað gjørdi teir fyrstu 45 minuttirnar. Í fyrra hálvleiki sást týðiliga, at Suarez og Carroll ikki eru heilt vanir at spæla saman enn, og ymsar misskiljingar vóru. Í seinna hálvleiki sóu vit tó fleiri væl uppbygd álop, harKuyt, Meireles, Carroll og Suarez allatíðina vóru klárir og vandamiklir og skaptu nógvar misskiljingar í verjuni hjá Sunderland. Sunderland, sum í fyrrahálvleiki ikki hevði uppiborðið at verið aftanfyri, hevði nú trupult við atfylgja við okkara spælið og nú vóru tað teir, sum runnu aftaná. Teir høvdu einalítla góða løtu, men vóru ongantíð vandamiklir. Okkara verja hevði tað lættímóti álopinum hjá teimum, og tað, at Agger aftur var tøkur til dyst hevði heilt víst stóran týdning fyri verjuna. Verjan, saman við einum góðum málmanni, syrgdi fyri, at okkara leiðsla ongantíð var hótt. Trýstið frá okkara leikarumhevði við sær, at ein sat og bíðaði eftir næsta málinum. Carroll var eisiniógvuliga tætt við at leggja okkum á odda 2-0, men hansara skallari bleivbjargaður á strikuni. Men sum vit eisini hava sæð síðstu dystirnar, so var taðSuarez, sum skuldi til, áðrenn tað heila bleiv eina tonn meira vandamikið.Maðurin dugir ógvuliga væl at fáa eina heilt vanliga støðu vandamikla við sínum kviku trekkum og vendingum, og hetta vísti hann okkum aftur í dag í 77.minutti, tá hann fekk bóltin heilt niðri við baklinjuna hjá Sunderland. Hann rak allanvegin inn í feltið eftir baklinjuni og ístaðinfyri at spæla bóltin útfrá til ein viðleikara, so smekkaði hann bóltin beinleiðis í kassan, og taðvar eingin klárur uppá. 2-0 til okkum og dysturin var nú heilt avgjørdur.Sunderland leikararnir trúðu als ikki uppá at fáa nakað burturúr dystinum, ogtað gjørdi tað heldur ikki lættari, at ein verjuleikari fekk reytt kort fyri athála Suarez niður sum síðsti maður. Stutt undan síðsta bríksli fekk Suarez ein skaða í lyskuna og mátti fara av vøllinum. Vónandi er skaðin ikki umfatandi, tívit hava brúk fyri øllum monnum til teir síðstu dystirnar í Premier League nú vit skulu hava fatur á einum plássi til Europeiskan fótbólt næsta ár. Hesin dysturin endaði 2-0 til okkum og dysturin bleiv nógv lættari enn ein hevðivæntað. Sunderland byrjaði dystin væl, men eftir vit komu á odda fór luftin púrasta úr teimum. Dómarin var heldur ikki beinleiðis við teimum, og skaðarnirí fyrra hálvleiki gjørdu eisini, at teir skjótt mistu móti. Men stigini eru okkara og tað er tað, ið er mest umráandi.
Vit eru nú 4 stig aftanfyri Tottenham, sum hevur spælt ein dyst færri enn vit. Næsti dystur hjá okkum er ímóti West Bromwich á útivølli. 8 dystir eru eftir, har vit m.a. skulu møta Arsenal, Manchester City og Tottenham, so tað verður eingin lættur vegur ímóti tí gylta plássinum, sum gevur okkum atgongd til Europa næsta ár.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









