
Langt um leingi fór Premier League í gongd aftur eftir steðg í tvær vikur. Vit skuldu á vitjan hjá West Bromwich og Roy Hogdson, sum heilt víst vildi vísa okkum Liverpool fjepparum, at hann ikki er nakar vánaligur venjari, og tí fór at hetta at gerast ein spennandi dystur (les meira inni í greinini).
Tað ljóðaði undan dystinum, at Gerrard kanska fór at gerast klárur eftir sína skurðviðger, men hann var tíverri ikki at síggja í hópinum tá dómarin bríkslaði dystin í gongd. Dysturin byrjaði fínt fyri okkum, tí longu eftir 2 minuttir fingu vit ein stóran møguleika til at leggja okkum á odda, tá Kuyt kom at standa beint frammanfyri málinum hjá West Bromwich, men sjálvt um hann fekk tveir møguleikar at seta bóltin í netið, lukkaðist tað ikki. Hesin møguleikin gav okkum trúnna uppá, at hetta nokk skuldi gerast ein sera góður seinnapartur. Men eftir longu 6 minuttir fekk Glen Johnson ein skaða. Hann mátti skiftast út og eftir hetta hekk als einki saman hjá okkara monnum. Spælið gekk seint og West Bromwich leikararnir høvdu alt ov lætt at pilkað okkara spæl sundur. Suarez og Carroll blivu væl dekkaðir, og hetta sást vera ógvuliga frustrerandi fyri Carroll, sum ikki hevði nakran lættan fyrra hálvleik. Hartil hevði Kenny Dalglish valt at seta Meireles á vinstra vong til dystin, og hetta var heldur ikki nakað, sum gagnaði okkara spælið. Lucas og Spearing myndað umiðjuna hjá okkum, men teir ungu harrarnir fingu skapt alt ov lítið fram eftir vøllinum, men tað hjálpti heldur ikki, at Kuyt hevði ein ógvuliga vánaligan fyrra hálvleik. Í 24. minutti mátti Agger so eisini av vøllinum við skaða, og nú sá tað av álvara svart út hjá okkum. Seina og keðiliga spælið helt áfram, og tað var heilt víst West Bromwich, sum hevði stýr á dystinum. Teir fingu eisini skapt nakrar vandamiklar møguleikar, men Reina stóð væl í málinum og fekk hildið vertunum frá nøkrum málið í fyrra hálveiki. 0-0 og seinni hálvleikur kundi bara gerast betri.
Seinni hálvleikur byrjaði eisini strálandi, tí eftir 5 minuttum fingu vit horna í høgru síðu, sum Meireles sendi inn í feltið. Har stóð Skrtel klárur við sínum blanka skalla og skallaði bóltin í netið. 1-0 tilokkum, men ikki heilt uppiborðið um ein hugsaði um gongdina í fyrra hálvleiki. Vit eru týðiliga blivnir nógv vandamiklari í deyðbóltum nú vit hava fingið Carroll á liðið. Hvørt einasta horna og fríspark eru nú vandamikil, og hetta erikki nakað vit eru heilt von við í Liverpool. Gleðin og lættin lýsti av okkara leikarum, tí teir vistu allir sum ein, at fyrri hálvleikur bestemt ikki kundi góðtakast. Men stokkut var gleðin, tí 12 minuttir eftir okkara mál fingu vertirnir brotsspark. Tað var, sum ikki einaferð fyrr, Kyrgiakos, sum feldi ein West Bromwich leikara og dómarin peikaði á plettin. Brotssparkið bleiv eisinisent í netið og so var støðan 1-1. Spælið hjá okkum var eitt sindur betri í seinna hálvleiki enn fyrra, og hetta komst mest av, at Kenny Dalglish hevðivalt at seta Suarez út á vinstra vong, meðan Meireles fekk eina meira sentrala rollu. Restin av hálvleikinum gekk javnt fyri seg, har bæði liðini royndu atyvirtaka spælið og skapa møguleikar, men tað bleiv ongantíð tað heilt flotta og poleraða spælið frá okkara monnum, sum vit vita teir kunnu spæla. Tað sá leingi út til, at vit fóru at fáa eitt stig heim við frá dystinum, men West Bromwich vildi tað tíverri annaðleiðis í endanum av dystinum. Ein langur bóltur bleiv sendur fram á okkara hálvu, har Kyrgiakos dekkaði illa upp. Teirra framherji slapp við bóltinum púra einsamallur, men klossaði bóltin eitt sindur frá sær. Hóast alt kláraði hann at kempa seg til eitt brotsspark, tá hann valdi at renna um beinini á Reina. Dómarin, sum stóð væl fyri, dømdi einki straffi, men linjuverjin peikaði á plettin. Ensku viðmerkjararnir vóru samdir um, at tað ikki var straffi, men tað er tíverri dómarin, sum dømur, og tí var straffi ein veruleiki. Tað bleiv eisini sent í netið og vit vóru nú aftanfyri 2-1 ímóti liðnum hjá Roy Hogdson. Vit høvdu nakrar kempi stórar møguleikar teir síðstu minuttirnar av dystinum, men inn vildi bólturin bara ikki. Vit taptu dystin 2-1 og missa sostatt eitt stórt fet í dystinum um plássini úti í Europa næsta ár. Tottenham og Chelsea spældu javnleikir í sínum dystum og tað kunnu vit ugga okkum eitt sindur við, sjálvt tað ikki var nógv jaligt at taka við sær frá dystinum.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









