Oljufelagðið úr Manchester kom á vitjan á Anfield til ein dyst, sum vit máttu og skuldu vinna. City hevur eitt lið fult av heimsklassa leikarum, men tað vildu okkara leikarar ikki lata seg ávirka av (les meira inni í greinini).
Vit máttu vera teir tríggjar Gerrard, Agger og Johnson fyri uttan til dystin og hetta fór sikkurt at ávirka verjuna, sum ikki hevur sæð serliga sterk út tá m.a. Agger ikki hevur verið tilstaðar. Men maður kemur í mans stað, og í kvøld fekk tann bert 17 ára gamli scousarin, John Flanagan, møguleika frá byrjan í tí reyðu troyggjuni og hann hevði heilt víst sett sær fyri frá byrjan, at hann ikki skuldi skuffa áskoðararnar. Dysturin byrjaði sum vantað ógvuliga javnur, har bæði liðini vóru eitt sindur varin við sínum spæli og bólturin gekk frá manni til mann og liðitil lið, uttan tann heilt stóri møguleikin stóðst burturúr. Men tað var tó bert hesa stuttu løtuna, at dysturin var javnur og friðarligur, tí eftir 7 minuttum bleiv Suarez sendur avstað ímóti málinum hjá City. Eitt sindur trýstur fekk hann skot á bóltin, men Joe Hart fekk bjargað bóltin út á stongina og út. Ein risa møguleiki til okkara nýggja áleypara, men tá tann eini áleyparin ikki finnur meskarnar, so má hin taka yvir, og tað var júst tað Carroll gjørdi. Eftir trýst frá okkara leikarum endaði bólturin fyri føturnar á Meireles, sum við einum forkølaðum skoti skjeyt bóltin beint á ein City verjuleikara. Bólturin stakk síðan fyri føturnar á Carroll, sum við einum drøni av einum skoti sendi bóltin í netið. Sjálvt um bólturin ikki var langt frá Joe Hart náddi hann ikki niður til bóltin, og endiliga kom okkara nýggi áleypari úr Newcastle í gongd við at skora mál, og hann var ikki mettur enn. Eftir málið dovnaði dysturin eitt sindur og City royndi at taka yvir, men Carlos Tevez var farin av vøllinum við skaða og hetta hevði við sær, at City ikki vóru serliga vandamiklir hóast teir fingu loyvi at spæla bóltin meira sína millum. Okkara menn stóu tó eisini ógvuliga væl í verjuni, har m.a. John Flanagan gjørdi tað væl. Hann bleiv væl hjálptur framm av sínum viðhaldsfólkum, sum klappaðu og róptu hvørjafer hann hevði okkurt við spælið at gera. Enn eitt prógv um, hvussu góðir Liverpool fjepparar eru. Tá ein góður hálvur tími var farin av fyrra hálvleiki byrjaði tað at oysa niður yvir Anfield, men tað byrjaði so sanniliga eisini at oysa inn við málum. Eftir 34 minuttum varð eitt øgiligt trýst sett á feltið hjá City, sum endaði við, at ein ísakøld innara síða frá Kuyt setti bóltin í netið. 2-0 til okkum, men bert 2 minuttir seinni stóð tað 3-0 eftir eitt flott innlegg frá Meireles bleiv skallað í netið av Carroll. Hann bleiv trýstur væl av einum verjuleikara, men krútsterki ályeparin lat ikki við seg koma og setti bóltin netið. Í restini av hálvleikinum gekk spælið javnt fyri seg, men tað sást týðiliga, at City leikararnir ikki heilt trúðu uppá at fáa nakað heim við sær frá Anfield. Ein fantastiskur fyrri hálvleikur frá okkara monnum, sum als ikki vóru at kenna aftur frá dystinum ímóti West Bromwich.
Annar hálvleikur bleiv tó ikki eins hendingaríkur sum fyrri. Manchester City helt áfram við sínum alibi fótbólti og teir síðstu 45 minuttirnar av dystinum megnaðu teir ikki at skapa ein einasta vandamiklan møguleika. Liverpool var tí tættari bæði 4-0 og 5-0 enn City var sínum máli. Okkara menn vóru helst klárir yvir, at dysturin nokk var vunnin og tí varð fóturin tikin eitt sindur av pedalunum. Ferðin varð tikin avspælinum tað sá mest út sum, at allir 22 menninir á vøllinum bíðaðu eftir, at dómarin skuldi floyta dystin av. Okkara leikarar vóru nøgdir við ein knúsandi sigur ímóti oljumilliónunum úr City, sum kempar heilt har frammi í kappingini, ímeðan teirra leikarar mistu móti meira og meira sum minuttirnir gingu. Dysturin endaði eisini 3-0 og 3 kærkomin stig eru komin á okkara kontu. Vit kunnu taka nógv jaligt við okkum frá hesum dystinum, sum var eitt prógv um, hvussu væl Liverpool í veruleikanum kann spæla. Tað er tó harmiligt, at vitfullkomiliga gloyma hetta góða spælið so skjótt vit koma út um Anfield at spæla, og har ofta spæla sum eitt hol í jørðini. Tað eru nú bert 6 dystir eftir av kappingini og sum ikki einaferð fyrr stendur skriftin klár á vegginum: vitskulu vinna hvønn einasta dyst. Næsti dystur er sunnudagin á Emirates ímóti Arsenal og ímóti teimum hava vit tað tíverri ongantíð lætt. Men tey 3 stigini skulu á okkara konto um vit enn skulu hava eina lítla vón um at náa Europa næsta ár.