Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Eitt stig í evstu løtu

Brandur Eyðbjørnsson
Send til ein fjeppara Skriva út PDF
just96

Vit høvdu eina sera trupla uppgávu fyri framman á Emirates í London, har Arsenal tók ímóti okkum. Og dysturin bleiv eisini alt annað enn lættur (les meira inni í greinini).

 

Liðið var óbroytt frá frálíka dystinum ímóti Manchester City, har vit spældu teir bláu úr Manchester sundur og saman. Vónin var tí, at góða spælið bleiv funnið fram aftur til dystin í dag, men vanligt er tó, at vit hava tað sera trupult ímóti Arsenal. Og hesin seinnaparturin í London skuldi heldur ikki visa seg at blíva nakað undantak.

Liverpool byrjaði dystin betur, har vit fingu loyvi at hava bóltin og kombineraðu okkum fínt ígjøgnum síðurnar fyri síðan at royna at raka høvdið á Carroll. Tað bleiv tó aldrin til nakran heilt stóran møguleika og so smátt byrjaði Arsenal at taka yvir og átti mestsum restina av hálvleikinum. Teir fingu sítt eyðkenda skjóta spæl at glíða væl, og so høvdu okkara menn trupult við at fylgja við. Heimaliðið kom eisini fram til nakrar heilt stórar møguleikar, m.a. eitt horna, sum bleiv skallað á yvirleggjaran, eftir at Reina ikki kom nóg væl út til bóltin. Verjan hjá okkum bleiv sostatt sett undir trýst fer eftir fer, og tað bleiv heldur ikki lættari, tá Aurelio noyddist út við skaða. Bert 17 ára gamli Jack Robinson kom inn á plássið fyri hann og gjørdi tað fínt. Teir ungu leikararnir fáa av álvara víst alit frá King Kenny og teir takka av við at visa fínar taktir.

Men sjálvt um verjan hjá okkum stóð hampiliga væl í fyrra hálvleiki, so var álopið als ikki nakað at reypa av. Eingin samanhangur, einki hugflog og eingin neyvleiki. Suarez og Carroll vóru ógvuliga einsamallir á toppoinum og hetta hevði við sær, at teir máttu halda uppá bóltin og bíða eftir at restin av liðnum kom at stuðla, men hjálpin kom ongantíð. Oftast vann verjan hjá Arsenal bóltin frá okkara áleyparum og einki vandamikið stóðst burturúr stríðnum. Liðini bæði fóru til hálvleiks við 0-0 á máltalvuni, og helst vóru tað okkara menn, sum skuldu vera glaðir fyri tað.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri við, at okkara leikarar vóru grammir eftir bóltinum, men munurin var tann, at hesuferð fekk Arsenal ikki loyvi at taka fullkomiliga yvir líka skjótt. Teir fyrstu 10 minuttirnar høvdu vit havt tveir hampuliga stórar møguleikar, har Suarez og Meireles royndu seg við langskotum, men heilt vandamikið bleiv tað tíverri ikki. Eftir 11 minuttum var ein hending, sum ikki sá serliga góð út. Ein høgur bóltur kom ímóti verjuni hjá okkum og bæði Carragher og Flanagan fara upp at skalla bóltin, men Carragher er óheppin og rakar Flanagan í høvdið. Hann smellur mest sum lívleysur niður í grasið og læknalið koma leypandi inn á vøllin. Við iltmasku um munnin og kraða um nakkan bleiv liðskiparin hjá okkum borin av vølli. Vónandi er skaðin ikki stórur, men ikki sá tað gott út.

Tann síðsti halvi tímin av hálvleikinum lá og vippaði aftur og fram, og tað var torført at meta um, hvør mundi fara avstað við øllum stigunum ella um tað bara mundi enda við einum málleysum javnleiki. Bæði liðini høvdu stórar møguleikar til at leggja seg á odda, og serliga var tað Van Persie, sum kom at standa heilt fríur frammanfyri Reina, men málmaðurin gjørdi eina flotta refleksbjarging, og so var tann støðan av. Tá talvan rundaði teir 90 minuttirnar stóð enn á jøvnum millum liðini, men tað vóru enn 8 eyka minuttir at spæla. 8 minuttir, sum skuldu visa seg at blíva ógvuliga hendingaríkir.

Í 96. minutti royndu Arsenal, sum ikki einaferð fyrr, at brodera seg ígjøgnum okkara verju. Teir komu heilt inn í feltið, men Spearing var so óheppin, at hann feldi ein mótstøðuleikara og dómarin peikaði púra rætt á brotssparksplettin. Brotssparkið bleiv eisini trygt sett í netið og nú sá tað út til, at vit enn einaferð skuldu fara frá Emirates við einum tapi í viðførinum. Men tað vóru enn nakrir minuttir eftir at leika og King Kenny kastaði alt okkara folk fram. Vit fingu eisini eitt sera vandamikið fríspark beint uttanfyri teirra felt, sum bleiv skotið beint í múrin. Lucas velir at renna eftir bóltinum áðrenn hann fer út, men á ein ella annan hátt klárar Eboue at skumpa Lucas í ryggin heldur harðliga. Ein púra ófarlig støða, sum knappliga gav okkum eitt brotsspark.. Kuyt smekkaði bóltin í mál og so stóð aftur á jøvnum.

Dómarin floytaði dystin av beint eftir brotssparkið og vit fingu eitt stig við heim frá London. Samstundis sum vit enn royna at hanga í oddinum av Premier League, so góvu vit Manchester United eina stóra hjálpandi hond í teirra stríði um meistaraheitið. Teirra 19. meistaraheitið, sum fær skrivar teir í søgubøkurnar sum mest vinnandi liðið í Onglandi. Men fyri okkara viðkomandi var tað eina stigið heilt víst meira umráandi, tí enn eru vit við í stríðnum um pláss úti í Europa næsta ár. Tað verður ein trupul og langur vegur, sum bestemt ikki er vorðin lættari við, at tríggir leikarar avtrat í dag komu á okkara skaðalista. Næsti dystur er leygardagin ímóti Birmingham.

 

 

Eitt stig í evstu løtu
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan