Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Maximalt!

Send til ein fjeppara Skriva út PDF
ImageLiverpool setti seg á dystin beinavegin og vunnu trygt 3-0 við málum frá Maxi Kuyt og Suarez á einum sera uppgevandi Newcastle liðið á Anfield. Maxi legði okkum á odda eftir smár 10 minuttir í fyrra hálvleiki eftir eitt sera gott Liverpool álop, har Maxi kanska var eitt sindur heppin við, at bólturin fór í mál umvegis Newcastle verjuleikara Danny Simpson, John Flanagan kann notera ein assist á sína konto. Maxi sum annars ikki vanliga er millim fyrstu 11, hevur nú fingið 4 mál í tveimum dystum. Annars var fyrri hálvleikur ikki serliga hendingarríkur, stórsta hendingin var nokk tá ið Carroll var sendur at hita upp í fyrra hálvleiki og beinanvegin sungu Newcastle fjepparinir " You let your city down"  (les meira)
 

 

Dalglish gjørdi bara eina broyting í hálvleikinum við at flyta Flannagan á vinstra bakk og Johnson á høgra. Við málum frá fyrst Dirk Kuyt uppá brotsspark, sum var gjørt móti Suarez eftir einum góðum tíma og bara seks minuttir seinri kom Luis Suarez sjálvur á talvuna tá ið hann sera kaldur sendi bóltin framvið Tim Krul, 3-0 gjørdist eisini endaliga støðan og tað var ongantíð nakar yvið um hvør fór at vinna hendan dystin, Liverpool var nógv betra liðið og hevði fult kontrol á dystinum.

Liverpool eru nú komi uppá 5. pláss, tó hava vit leikt ein dyst fleiri enn Tottenham, men vit halda trýstið á London liðnum um seinasta plássið í evropa. Liverpool nú fingið 30 stig frá seinastu 14 dystunum so vit kunnu ikki annað enn verða nøgd við úrtøkuna eftir at King Kenny kom til.

 

Maximalt!
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan