Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Frálíkur fótbóltur

Send til ein fjeppara Skriva út PDF
ImageLiverpoool er í stórform og tað er bara Chelsea sum kann vísa á betur úrtøku síðani King Kenny kom aftur til Anfield. Aftur í dag var tað við Maxi Rodriguez sum skoraði enn eitt hattrick í einum høvðusleikluti.  Liverpool vann at enda ein sera sannførandi 5-2 sigur á útivølli ímóti Fulham. Liverpool fekk eina kanón byrja uppá dystin og vórðu á odda  3-0 longu aftaná 16 minuttir, og okkara staðfestu síðani sigurin í seinna hálvleiki, serliga í fyrra hálvleiki vórðu tað Barcelona taktir, stutt sagt frálíkur fótbóltur. Við sigrinum í kvøld er Liverpool nú tvey stig frammanfyri Tottenham, sum skal leika móti Man City í morgin.
 
 
 
Tottenham kemur eisini á vitjan hjá okkum á Anfield, hetta verður sunnudagin, tá fellur helst avgerðin um seinasta plássi í evropa. 
 
Stóra hetjan í dag Maxi er heslt rættuliga nøgdur við at kunna taka dystarbóltin við heima eftir at hava skorða mál nummar 8, 9 og 10 fyri Liverpool hettar kappingarárið. Maxi vil helst prógva fyri  King Kenny, at hann hevur eina framtíð á Anfield, og tað má sigast at hann ikki ger nógv skeivt í løtuni.
 
Ein annar leikari sum ger tað framúr væl er Suarez, sum bara gerst betur og betur, her hava vit heilt sikkurt fingið ein heimsklassa leikara til felagið. Fáa vit einar tríggjar av sama slag til komandi kappingarár, skulu vit nokk røkka topp 4.
 
Fulham-Liverpool 2-5 (0-3)
0-1: Maxi Rodriguez 1 min.
0-2: Maxi Rodriguez 7 min.
0-3: Dirk Kuyt 16 min.
1-3: Moussa Dembele 57 min.
1-4: Maxi Rodriguez 70 min.
1-5: Luis Suarez 75 min.
2-5: Steve Sidwell 86 min.
Frálíkur fótbóltur
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan