Vit skulu tann stutta vegin yvir um Stanley park, nú Everton og Liverpool bresta saman á Goodison leygardagin. Dysturin verður fyrsta Merseyside derby hjá okkara klárt besta leikara higartil í ár Luis Suarez. Tann stóri spurningurin undan dystinum er annars um Gerrard er við frá byrjan, vit kunnu sjálvandi vóna.
Liverpool kom aftur á sporið í Barclays Premier League, seinasta vikuskifti við einum 2-1 sigri á Wolves, hinvegin mátti Everton lúta 2-0 móti nýggja ”stór” liðinum Manchester City. Um teir eru klárir og Kenny annars setur teir á liðið, so hava Charlie Adam, Jose Enrique, Andy Carroll, Jordan Henderson, Stewart Downing og Sebastian Coates eisini møguleika, at leika teirra fyrsta Merseyside derby.
Seinasta kappingarár vann Everton 2-0 á Goodison, dysturin á Anfield endaði 2-2. Um vit skulu hava kontakt vit eitt nú Manchester liðini, so er helst neyðugt at vinna hendan dystin, men ein javnleikur, er kanska eitt tolandi úrslit?.
Seinast Kenny Dalglish var venjari hjá einum Liverpool liðið á Goodison, var í tí sera spennandi 4-4 FA Cup dystinum í 1991. Tann seinasti liga dysturin har Dalglish annars stóð á odda fyri Liverpool á Goodison, var í september 1990. Tá vórðu tvey mál frá Peter Beardsley umfamt tað obligatoriska frá Ian Rush, júst nokk til at geva okkum ein 3-2 sigur.
Hendan uppstillingin er kanska ikki óhugsandi. Reina - Kelly - Carra - Skrtel - Enrique - Gerrard - Lucas - Kuyt - Suarez - Downing - Carroll. Eyka: Bellamy, Maxi, Adam, Henderson, Doni| < Fyrra | Næsta > |
|---|









