Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Tað er úrslitið sum telur!

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

ImageLiverpool royndi og royndi, men manglandi kreativitetur var við til, at gera tað sera trupult hjá Liverpool at skapa málmøguleikar, móti einum gott kempandi Everton liðið. King Kenny, sum var aftur á Goodison, sum Liverpool venjari, meira enn 20 ár eftir at hann seinast stóð á odda fyri Liverpool í einari FA CUP grannauppgerð sum endaði 4-4, sendi Gerrard og Bellamy á vøllin tá ið 67 min vórðu leiktir, og tá kom beinavegin meira ferð á Liverpool spælið.

Tað var eisini Bellamy, sum saman við einum vælleikandi Enrique skapti møguleikan til Carroll. Carroll sum annars hevði gjørt lítið um seg í fyrra hálvleiki, var sera tryggur tá ið møguleikin kom til hansara og harvið fekk hann eisini sítt fyrsta Premier League mál í ár. 10 min fyri tíð kom Suarez, sum annars var rímuliga friðarligur í dag eisini á talvuna, efitir at Everton verjuleikari gjørdi ein stóran feil. 

Soleiðis bleiv tað til ein hóast alt tryggan og uppibornan sigur á Everton, sum mátti leika við 10 monnum eftir at Jack Rodwell var vístur av vøllinum í 23 minutti, eitt heldur hart dømt reytt kort. Liverpool hevði eftir útvísingina fult tamarhald á dystinum.

Vit kunnu eisini nevna at Kuyt brendi brotsspark og hevði eina roynd á stongina í allar seinastu løtu, umfrant at  Adam hevði eina sera góða roynd á tvørstongina í fyrrahálvleiki.

Okkara næsti dystur er um 14 dagar tá ið Man Utd kemur á vitjan.

Tað er úrslitið sum telur!
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan