Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Enn eitt lorta úrslit á Anfield

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Liverpool fekk rættuliga óvæntað bert javnleik á Anfield. Eftir 1-1 móti Sunderland og Man Utd var tað neyðugt hjá Liverpool at vinna hendan dystin. Men næstan óverðuligt endaði hesin dysturin móti uppflytarunum úr Norwich eisini 1-1, og tað er bara ikki gott nokk. Craig Bellamy legði annars Liverpool á odda beint áðrenn hálvleik, hetta eftir at Liverpool hevði misbrúkt hópin av stórum málmøguleikum.

Liverpool var klárt betra liðið allan dystin, men tá ið ein góður tími var farin, javnaði tann innskifti Grant Holt fyri Norwich, eftir eitt flott innleggur úr okkara vinstru síðu, hetta var sjálvandi móti dystar gongdini annars, í einari støðu har verjuleikarin Carragher og Johnson saman við Reina ikki tóku seg væl út.

Tað kanska undrar, at King Kenny stutt eftir hetta tók Bellamy av vøllinum og seinri tók hann eisini Downing og Kuyt út, í einari støðu har liðið skuldi hava mál. Tað skal tó sigast at Liverpool hevði fleiri risa góðar møguleikar til at avgera dystin rudduliga. Stutt áðrenn vanliga leiktíðin var úti  vildi Liverpool hava brotsspark, tá ið tað sá út til at Adam bleiv feldur í brotsteiginum, men dómarin dømdi fríspark til Norwich.

Eftir at vanliga leiktíðin var farin høvdu bæði Carroll og Suarez risa stórar møguleikar, Carroll fekk høvdið á, men beint framvið og Norwich málverjin bjargaði sjálvandi meistaraliga, tá ið Suarez kom at standa púra blankur framman fyri málið. Tað endaði tískil sera skuffandi  1-1. 

Tað er ófatuligt, at Liverpool bert megnar at fáa eitt mál uppá allar teir møguleikar, sum blivu skaptir í dystinum. Skal eitt 4 pláss røkkast, kunnu vit  ikki áhaldandi seta tílík stig til. Fyrst av øllum mugu vit hava fleiri mál, higartil hava vit fingið 12 og tað eru heili 21 færri enn Man City.

Enn eitt lorta úrslit á Anfield
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan