Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

So er tað Stoke í League Cup

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Fyrrverandi Liverpool leikarin Jermaine Pennant, hevur verði skaddur og kann tí helst ikki leika móti Liverpool mikukvøldið. Hinvegin er Crouch, sum eisini hevur leikt fyri okkum klárur og stóri maðurin er í mál form, og vil helst fegin søkkja Liverpool. Stoke er heldur óvænta við í evropeiskum fótbólti í ár og hetta hevur við sær, at dysturin móti Liverpool verður teirra 3 uppá bara 6 dagar, gaman í Liverpool leikti ein venjingardyst móti Rangers í farnu viku, men tað er neyvan tað sama, tí tað var ein dystur har “eyka” leikarinir fingu spælitíð.

Lucas, sum eg haldi var saknaður leygardagin móti Norwich er tøkur aftur eftir leikbann. Aftur frá skaða er verjuleikarin Daniel Agger, sum fekk nakrar minuttir leygardagin, er eisini heilt klárur aftur og helst millum teir fyrstu ellivu. Liverpool, hevur vunnið League Cup sjey ferðir, sum er meira enn nakað annað felag. King Kenny hevur helst stórar vónir um at vinna eitt steyp í ár. League Cup kann verða ein góð byrjan, og hetta er ein kapping, sum Liverpool hóast alt ikki hevur vunnið síðani 2003.

Liverpool vil eisini hevna 1-0 tapið frá fyrr í ár, tá ið Everton fjepparin Jon Walters, skoraði einasta málið uppá brotsspark.

Teir reyðu frá Anfield hava skorða í øllum undantikið einum av teimum seinastu 40 League Cup dystunum. Liverpool vann í seinast umfarið móti Brighton og enn ein sigur á Britannia Stadium, vil merkja, at Liverpool vinnur tveir útidystir á rað í hesi kappingini, fyri fyrstu ferð í heili 17 ár.

Liverpool hevur vunnið 62 og Stoke 28 av teimum seinast 123 innanhýsis dystunum millum hesi feløgini. Liverpool hevur annars ikki verði millum tey seinastu 8 liðini í hesi kappingini í 4 ár.

Nakað sum hevur harma Reina serliga nógv er eisini hetta kappingarárið er, at Liverpool bara hevur megnað at halda málið reint í tveimum av teimum seinastu 12 dystunum í øllum kappingum, so Liverpool skal helst hava meira enn eitt mál fyri at vinna.

So er tað Stoke í League Cup
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan