Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Góða gongdin heldur fram!

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Liverpool leikti í dag móti West Bromwich á útivølli og Liverpool heldur fram við góðu gongdini frá miðviku dystinum móti Stoke. Liverpool vann dagsin dyst 2-0 við málum frá Charlie Adam og Andy Carroll. Liverpool hevur heilt geitt sum mið, at røkka Champions League luttøku komandi ár og vit 3 stigum í dag nærkast Liverpool tí alt avgerandi 4 plássinum. Liverpool var rímuliga greitt omaná og longu aftaná níggju minuttir bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Liverpool. Luis Suarez bleiv feldur í brotssteiginum av Thomas. Dómarin, sum stóð í góðari støðu lat annas ikki við seg koma og lat spælið halda fram, men hjálpardómarin vinkaði fyri brotssparki, møguliga eitt brotsspark í bíligara endanum. Uttan Gerrard á vøllinum var tað Charlie Adam, sum trygt skoraði upp á brotssparki. Stutt fyri hálvleik økti Andy Carroll um leiðsluna til 2-0, eftir eina framúrskarandi avlevering frá Suarez.

Liverpool var í dag uttan profilar, sum Steven Gerrard og Jamie Carragher, umframt Kuyt sum var í hópinum, men ikki kom á vøllin. Sum heild leikt Liverpool rættuliga væl dag, Suarez og Lucas leiktu sera væl, sum teir flestu. Vit vóna tó framvegis, at síggja meira frá leikarum sum Henderson og Downing.

Um fram at at flestu liðini leiktu í Premier Leauge í dag, hevur eisini lutakast til fjórðingsfinalurnar í Carling Cup verið í dag, og serliga er tað okkara dystur sum sær spennandi út. Vit tað at tað verður Chelsea, sum tekur ímóti Liverpool á Stamford Bridge, hetta vil eisini siga at hetta er tann fjórði útidysturin á rað hjá Liverpool í Carling Cup.

Góða gongdin heldur fram!
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan