Tað er líkt til at Chelsea er eitt lið, sum Liverpool stendur seg avbera væl ímóti, nú tað eydnaðist Liverpool annað árið á rað at vinna ímóti Chelsea á Stamford Bridge. Liverpool leikti ein góðan fyrri hálvleik og vórðu betra liðið í fyrra hálvleiki. Liverpool kom eisini á odda 1-0 við einum góðum málið frá Maxi. Chelsea kom sterkt aftur og fekk javna, men tá ið tveir minuttir av vanligu leiktíðini vóru eftir at leika, skoraði fyrrverandi Chelsea leikarin Glen Johnson við einum sera góðum einstaklinga avrikið sigursmálið. Stutt frammanundan vórðu annars teir báðir fyrrverandi Liverpool leikarinir Fernando Torres og Raul Meireles komnir á vøllin, tó uttan at fáa nakra ávirkan dystar gongdina.
Dýrasta keypið nakrantíð hjá Liverpool Andy Carroll, kom ikki á vøllin fyrr enn alt var avgjørt og fekk hann soleiðis bara teir seinastu minuttirnar, Jordan Henderson og Stewart Downing komu eisini á vøllin, og serliga Henderson kom væl frá tí. Ein leikari skal hava rós fyri sítt avrik er Charlie Adam, sum annars ikki hevur fingið tí allarbestu byrjanina í Liverpool. Ok hann sær tungur út seinastu 20 minuttirnar, men samstarvið við Lucas gerst betur og betur og hansara touch og avleveringar eru til tíðir framúr og tað er eisini hann sum vinnur bóltin áðrenn 1-0 málið.
Við sigrinum er Liverpool nú komin uppá 22 stig - ájavnt í stigum við Chelsea, Arsenal og Tottenham á fjórða plássinum. 22 stig higartil er á einari góðari leiði, vit kundu yngst okkum eini 6 stig meira, serliga tá ið vit leita aftur til nakar av heimadystunum higartil í ár
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









