Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Tað gongur bara ikki serliga væl!

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

So gekk tað ikki longur, eftir rímuliga góða úrtøku annars á útivølli higartil í ár, var Liverpool fyri einum 1-0 tapið móti Fulham í kvøld. Tað var tann amerikanski áleyparin, Clint Dempsey, sum tryggjaði Fulham sigurin, tá hann skoraði tað einasta málið í dystinum, eftir eitt stórt drop frá Reina, tá fimm minuttir vóru eftir at leika.

Liverpool hevði samanlagt heldur fleiri mál møguleikar og bóltin meira enn heimaliðið, men uppgávan gjørdist kortini næstan ómøgulig tá ið Jay Spearing fekk beinleiðis reytt kort, tá einir 20 minuttir vóru eftir at leika, eitt heldur hart dømt beinleiðis reytt kort. Liverpool hevði tvær royndir á stengurnar frá Henderson og Downing og við eitt sindur av dómara vælvild fekk Liverpool eisini eitt brotsspark ella tvey, men so var ikki í kvøld.

 

Men hvat um alt er, so gerast vónirnar um at røkka Champions League ikki betur sum tíðin gongur. Liverpool hevur nú leikt 14 dystir hava 23 stig, og hava fingið 17 mál. Kann hetta metast at verða góðkent?

Tað er tó positivt , at tað nú er rættuliga gott tamarhald á verjupartinum, í dag var eitt undantak í so máta, men har var ikki nógvur stuðul frá verjukenda miðvøllinum. Hóast Kenny Dalglish eftir dystin helt, at Liverpool kundi fingið eitt stig við heim til Liverpool, so er hetta søgan um at vit ikki eru skarpir nokk framman fyri málið. Liverpool verður lagt nógvan pening eftir offensivum leikarum, síðani Kenny kom til, men 10 mál samanlagt frá Suarez, Carroll, Adam, Henderson og Bellamy er ikki nokk fyri eina lítla milliard.

Vóandi kann ein leikari sum Gerrard skjótt gerast tøkur, tí vit mangla ein rætta leiðara á vøllinum.

Vit skulu heldur ikki gloyma, at Liverpool fyrr hevur prógva, at einki er avgjørt fyrr enn tann seinasti dysturin er leiktur.

Væl møtt til jólaborðhald leygardagin.

 

Tað gongur bara ikki serliga væl!
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan