Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

3 stig og sera gott lag

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Jólaborðhald hevur verði eitt afturvendandi tiltak hjá Liverpool felagnum í fleiri ár, tíverri hevur hetta tó ikki verði á skrá síðani 2009 og tí var tað serliga gleðiligt at umleið 60 Liverpool fjepparir í góðum veistlu lag møttu til hetta tiltak. Frá nevndini skal tað ljóða eitt stórt takk til tykkum øll, børn og vaksin og tað skal sigast, at hetta var ein sera góður jólaborðhalds dagur í Bowlinghøllini, eina serliga tøkk senda vit til Eli Hentze fyri framúr góða røðu og Jóan Paula fyri eina spennandi og læruríka Quiz, sum kanska ikki óvantað nevndin vann.

Á stórskerminum fingu vit at síggja, eitt Liverpool lið hava greiða leikliga yvirvág í dystinum móti QPR, teir reyðu leiktu til tíðir góðan fótbólt og skaptu hópin av mál møguleikum, vit fingu tó eisini enn einaferð at síggja, at Liverpool hevur trupult við at fáa mál burtur úr sínum møguleikum. Haldi at hagtølini søgdu, at Liverpool hevði bóltin meira enn 60% og hartil høvdu einar 13 rímuliga góðar møguleikar. Hálvleiksstøðan var ja; næsta sjálvandi ella sum vanligt 0-0.

 

 

Í bowlinghøllini høvdu vit tó ikki meira enn sett okkum aftur, áðrenn Charlie Adam legði ein góðan bólt við høgra beinið inn í brotsteigin, og mitt fyri málið stóð Suarez púra fríður, og áleyparin skallaði bóltin í netið, og so var enduliga 1-0 til Liverpool, nú var rómurin serliga góður á fólki. Sum í fyrra hálvleiki helt Liverpool áfram at skapa møguleikar, tá ið ein góður tími var leiktur, fekk heimaliði aftur ein av teimum heilt stóru, tá Suarez spældi Maxi púra leysan brotsteiginum, Maxi fluktaði bóltin ímóti málinum, og hóast bólturin sá út til at hava kós í málið, so bjargaði Cerny skotroyndini við einari heilt fantastiskari refleksbjarging - ein av ársins bjargingum frá tí 37 ára gamla tjekkiska málmanninum, sum vanligvís er triðji málmaður í QPR, stórt rós til hendan málmannin sum helst leikti sín lívs dyst á Anfield hendan dagin.

Liverpool royndi og royndi, men støða helt sær dystin út. Liverpool fekk sigurin, tó at hann helst átti at verið eitt sindur trivaligari. 3 stig eru 3 stig og hatta var til alla lukku við til at skapa ein góðan stemning til sjálvt jólaborðhaldi.

Annars kann nevnast, at Liverpool í besta Barcelona stíli hevði 529 avleveringar í dystinum og av hesum hevði føðingardags barnið Charlie Adam 101. Hinvegin er Adam ikki serliga sterkur tá ið tað kemur til persónligar nærdystir, her tapti hann fleiri enn hann vann, júst sum Henderson eisini gjørdi tað. Teir sum kláraði seg best í nærdystum vórðu Johnson og Skrtel. Men hvat gerð tað tá ið vit vinna?

 


 

 

 

3 stig og sera gott lag
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan