Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Heima er gott, úti er best!

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Liverpool vann næstan sum vanligt, aftur ein tryggan 2-0 sigur á útivølli, mótstøðu liðið í dag var Aston Villa á Villa Park í Birmingham. Serliga Craig Bellamy hjá Liverpool var væl upplagdur fyrstu løtuna. Bellamy skoraði til 1-0 eftir eitt hornaspark og legði síðani upp til tað seinna málið hjá Skrtel, við einum hornasparkið úr mótsattu síðu. Málini komu bæði áðrenn 20 min av dystinum vórðu leiktir.

Dysturin var annars ikki serliga væl leiktur og hartil lítið ferðmikil, Liverpool var greitt omaná allan dystin og tað bleiv ongantíð serliga spennandi, tí Aston Villa kundi slettis ikki hótta Liverpool í dag. Liverpool hevði aftur í dag tvær royndir á træverkið frá Suarez, hagtølini siga nú 18 royndir á træverkið í 16 dystum. 3 stig komu í hús og Liverpool er nú á einum deildum 5 plássið saman við Arsenal. Liverpool hevur einans skorða 20 mál higartil í 16 dystum, sjálvt Norwich og Blackburn hava skorða fleiri við 23 og 25, og tað er sjálvandi langt frá góðkent.  Tað skal tí ikki undra nakran um KK keypir ella leigar ein nýggja áleypara í januar. Hinvegin hava vit bestu verjuna í Premier League við bara 13 málum ímóti, og tað má sigast at verða framúr gott í hølunum liggja bæði Manchester liðini við 14 op 15 málum ímóti.

Heima er gott, úti er best!
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan