Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

8 dagar leikbann

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Luis Suarez er í kvøld dømdur 8 dagar leikbann, fyri rasistiska at/málburð mótvegis Manchester United verjuleikaranum Patrice Evra. Umfamt 8 dagar leikabann hevur Suarez eisini fingið eina bót svarandi til umleið 354.000 kr.
Evra segið eftir dystin á Anfield 15. oktober í ár, at Luis Suarez hevði sagt “negro” ella “negrito” við hann fleiri ferðir. Suarez váttar, at hann hevur sagt negrito, men at hetta er "vanligur" málburður í hansara heimlandið, og at als einki niðursetandi var meint í hesari orðing.

Enska fótbóltssambandið sigur í tíðindaskrivið, at tað er prógva, at Suarez hevur víst óhóskandi  rasistiskan málburð í nevnda dysti mótvegis húðalitinum hjá Evra. Suarez kann fáa enn fleiri dagar leikbann tí hann eisini er ákærdur fyri annan óhøviskan atburð í dystinum móti Fulham, har hann "vísti" fingurin til Fulham fjepparar eftir dystin. Luis Suarez og Liverpool hava nú fjúrtan dagar til at kæran dómin.

Liverpool er longu komið við einari "statement" um leikbannið sí mið http://www.liverpoolfc.tv/news/latest-news/liverpool-fc-statement-20-12-11

Á twitter hevur Suarez sjálvur viðmerkt hetta " Í dag er ein tungur dagur fyri meg og familju mína, takk fyri tykkara stuðul, eg vil halda fram við at arbeiða".

 

8 dagar leikbann
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan