Nú allir tankar eru hjá Suarez í dag, so er lætt at gloyma, at vit faktiskt hava ein dyst í kvøld. Vit fara at vitja Wigan, sum vit hava havt tað nakað trupult við seinastu árini. Teir spældu ein fínan dyst móti Chelsea seinasta vikuskifti, men tað skal og eigur at verða ein dystur har vit fáa øll trý stigini. Liverpool liðið í kvøld: Reina, Enrique, Johnson, Agger, Skrtel, Henderson, Adam, Downing, Maxi, Kuyt, Suarez. Subs: Doni, Carroll, Coates, Carragher, Shelvey, Kelly, Bellamy.
1. Hálvleikur: Nógv spennandi og stuttligt spæl frá Liverpool, og fleiri góðir møguleikar, tó sum vanligt, einki mál. Verjan,og kanska serliga plássi frammanfyri verjuna, er sera opið, vit mangla Lucas, tað sæst. Wigan er komið til fleiri vandamiklar møguleikar, men Reina hevur tikið tað er sum er. Í endanum á hálvleikinumer Wigan komið meir við.
2. Hálvleikur: ja, hvat skal man siga, straffi og fleiri aðrir upplagdir møguleikar, og aftur einki mál. Og Wigan fekk alt for nógvar møguleikar í hinum endanum. Vit mugu bara ásanna enn einaferð at vit mangla málskjúttar. Ikki tí, av og á var gott frammat rætta spæl at síggja, men mín meining er, at serliga Maxi og Downing, og eisini Adam, gera ikki nógv, og slett ikki defensivt. Enrique var nógv at síggja í seinna hálvleiki, mín Man of the Match, men Skrtel spældi eisini væl, og av og á glógvaði Suarez. Ikki sást nógv til Bellamy tá hann kom inn í dag.
Alt í alt sera skuffandi, aftur tvey "mist" stig á vegnum til 4 plássi.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









