Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Eingin jólagáva til Liverpool

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Vónirnar vórðu heilt klárt til 3 stig undan dagsins dysti, Liverpool hevði jú vitjan av Blackburn á Anfield, Blackburn sum undan dystinum lá klárt niðast í Premier League. Liverpool hevði eisini bóltin mest, men tað stóra trýsti kom ongantíð á málið hjá gestum, Carroll hevði tó ein rættuliga góða møguleika, eftir góðan hálvan tíma, men málverjin vardi væl fyri. Tað var ímóti leikgongdini at Blackburn kom á odda, í seinastu løtu av fyrra hálvleiki, tá Liverpool miðvallarin, Charlie Adam, gjørdi sjálvmál eftir hornaspark, ein støða sum Agger óneyðugt var upprunin til.

Liverpool kom væl út aftur frá umklæðingar rúminum og javnaði tíðliga í seinna hálvleiki við málið, sum Maxi stútaði inn. Liverpool trýsti tað, sum var eftir av dystinum, men megnaði ikki at fáa avgerandi málið, sjálvt ikki Gerrard kundi venda gongdini, hóast hann royndi alt hann var mentur.

Tað var ikki fyrr enn vanliga leiktíðin var farin at Liverpool fekk teir mega stóru møguleikarnar, fyrst hevði Blackburn málverjin eina heimsklassa bjarging og uppá tað efturfylgjandi hornasparkið, bjargaði Blackburn leikari einum skallara frá Agger á sjálvari málstrikuni. Tí vit ikki vunnu, var hetta alt í alt eitt skuffandi avrik og úrslit av okkara monnum í dag. Liverpool hevur nú spælt heili sjey javnleikir í ár, 6 av hesum á Anfield.

Longu fríggjadagin skulu vit í eldin aftur, tá ið vit aftur leika á heimvølli, gestir eru Newcastle sum hevur fingið eina stak góða byrjan uppá hetta kappingarárið. Liverpool stendur seg tó vanliga væl ímóti Newcastle á Anfield og vit skulu heilt aftur til 16. apríl 1994 fyri at finna seinasta tap, tann dagin tapti Liverpool 0-2.

Liðið tann dagin var mannað soleiðis:

David James, Rob Jones, Steve Nicol, Neil Ruddock, Julian Dicks, John Barnes, Ronnie Whelan, Jamie Redknapp, Steve McManaman, Ian Rush og Robbie Fowler.

Liverpool endaði sum nummar 8 av 22 liðum. Liverpool vann 17 av 42 dystum, men taptið heili 16. Venjari var Roy Evans, sum var settur fyri Graeme Souness, sum segði seg úr starvi 28.01.1994 vikuna eftir at Liverpool hevði tapt 0-1 fyri Bristol City á Anfield í einum FA Cup umdysti.

Hetta og mangt annað spennandi kunnu tit lesa um á http://www.lfchistory.net/

 

 

Eingin jólagáva til Liverpool
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan