Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Góður endið uppá árið

Róland Joensen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Liverpool uttan Suarez, sum hevði karantenu fyri at vísa fingurin móti Fulham viðhaldsfólkunum, vann ein sera týdningarmiklan 1-3 sigur heima móti Newcastle. Málini gjørdi Bellamy 2 (29,67 min) og Gerrard (78 min) fyri Liverpool, meðan Agger (25 min) gjørdi sjálvmál.

Tað var tó Newcastle, ið kom á odda, tá ið tað vóru leiktir 25 minuttir. Í fyrstu atløgu var tað Ba, sum kom at standa fyri málinum, men seinni vísti tað seg tó, at Agger var síðstur á bóltinum. Liverpool hevur tí gjørt sjálvmál í báðum teimum seinastu dystinum, seinast var tað Skrtel, ið gjørdi sjálvmál í móti Blackburn. Tað gekk tó ikki leingi til Liverpool fekk javna. Newcastle verjan fær ikki rudda eitt innlegg úr høgru síðu burtur, bólturin endar fyri føturnar á Bellamy, ið er staddur um brotsteigar markið, hann smekkar til og bólturin sat í netinum.
Hetta var eisini støðan tá hálvleikur var, men nakað inn í seinna hálvleik verður Agger feldur beint uttan fyri brotsteigin hjá Newcastle, Bellamy verður settur til at skjóta. Carroll fer inn móti Krul í Newcastel málinum, Simpson fylgir við og endar við at koma í vegin fyri Krul. Bellamy ger skjótt av og setur bóltin hegnislig millum hesar,og Krul fær einki gjørt tá Simpson stendur í vegin. 1-2 til Liverpool.

Stutt eftir málið var Bellamy noyddur av vøllinum bløðandi frá andlitinum, eftir at hava fingið ein alboga frá Coloccini. Coloccini skuldi við hesum verið tveittur av vøllinum, men sum vit hava sæð so ofta í ár, so hava vit ikki beinleiðis við vind, tá ið tað kemur til dómara avgerðir. Sama var galdandi stutt inn í seinna hálvleik, tá Cabaye gav Spearing eina takling, ið var væl størri kandidatur til eitt reytt kort enn takklingin, sum Spearing fekk reytt kort fyri.

Nakað áðrenn 1-2 málið var Gerrard komin inn fyri Adam, hetta skuldi vísa seg at venda dystinum. Liverpool var so at siga betra liðið mest sum allan dystin, men ikki meiri enn so, at teir høvdu bóltin meiri enn Newcastle og stýrdi spælinum. Lítið var skapað frameftir og fáir málmøguleikar vóru, hetta broyttist tó eftir at Gerrard kom inn. Sama sóu vit í dystinum í móti Blackburn, tá vendi eisini dysturin eftir at Gerrard var komin inn. Hesiferð gjørdist so Gerrard avgerandi fyri dystin, Liverpool tók nú allan dystin yvir og trýsti Newcastle tað sum var eftir av dystinum.

Tað sum nokk var mest merkisvert við at Gerrard kom inn, var at Carroll var sum ein nýggjur maður eftir skifti. Nógv hevur verið tosað um Carroll, um hvørt hann er góður nokk o.s.fr. Dysturin í gjár gav okkum tó ábendingar um, at Carroll avgjørt kann hava eina framtíð í Liverpool, hann skal bert hava fólk rundan um seg, ið skilja hvussu hann skal spælast. Hetta dugdi Gerrard, nakað sum vit ikki hava sæð fyrr hetta kappingar árið. So tað verður spennandi at síggja eitt fult mannað Liverpool, har ið Suarez og Gerrard er tøkir.

Passandi nokk, so var tað eisini Gerrard, sum slapp at seta krúnuna á verkið. Henderson sendi Gerrard avstað úti í vinstru síðu, og frá spískum vinkli sendi hann bóltin millum beinini á Krul í Newcastle málinum 1-3 til Liverpool.

Ein fult uppiborin sigur, ið gevur Liverpool 34 stig, tað sama sum Chelsea. Newcastle liggur nú á 7 plássi við 30 stigum.

 

Góður endið uppá árið
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan