So er tíðin komin at gera upp fyri farna árið. Hóast kritikkurin hevur heglað omanyvir menn sum Kenny Dalglish, Andy Carroll, Jordan Henderson og Charlie Adam, so er støðan væl betri enn á sama degi í 2011.
1) Tað er nú eitt ár síðani vit komu grulvandi um nýggjársstrikuna við einum 2-1 sigri á Bolton í evstu løtu. Eftir at hava tapt móti Newcastle á St. James’ Park(og Andy Carroll) og 1-0 móti Wolves á Anfield, møttu bara 35,000 fólk upp á Anfield til dystin móti Bolton.
Á síðulinjuni gramdi Roy Hodgson seg um vantandi stuðulin frá viðhaldsfólkunum og í staðin fyri at verja Fernando Torres eftir álop frá SAF, so klemmaðist hann við SAF tá hesir møttust til dyst sum eygleiðarar.
Sigursmálið hjá Joe Cole í yvirtíðin er kanska tað sigursmálið í søguni hjá Liverpool, sum hevur fingið mist gleði fram á Liverpool viðhaldsfólkum – minni enn tá Jamie Redknapp mundi givið Manchester United PL heitið á Anfield móti Blackburn, sum tá hevði King Kenny við róðrið.
2) Eg havi í dag ilt við at finna mær eitt atgongumerki til teir ymisku dystirnar hjá okkum, men fyri einum árið síðani kundi eg fáa tey fyri hálvan prís. Har gekk eg í øðini og østi meg um øll tey, sum vóru við til at fáa Rafael Benitez frá. Tey vóru øll so forbannað klók og hvørja ferð hann gjørdi eina útskifting, so var Facebook á gosið. Nú legði ongin í. Ongin tímid at øsa seg tí vit nyttaðu akkurát einki. Tey fingu sín vilja og har stóðu vit við hondbremsuni í hondinum, meðan felagið hevði fulla ferð móti nakað, sum eg havi hug at kalla fyri helviti. Málmøguleikar vóru líka sjálvsamir sum eitt konstruktivt kjak í løgtinginum. Munurin var kanska at vit høvdu so eina kós – um hon so var beint øvugt tí vit vildu. Ikki bara “komandi svíkjarin” Fernando Torres vildi vekk(Persónliga skilti eg hann væl), men eisini ein so loyalur maður sum Pepe Reina hevði hug at smida handklæðið í ringin og fara sín veg.
3) Líkamikið um vit enda nummar trý ella átta í ár, so er talan um eina heilt aðra støðu í dag. Vit fara í dag á vøllin á Etihad leikvøllinum og trúgva upp á at vit kunnu vinna á oddaliðnum í PL í teirra egnu holu, har teir ikki hava tapt í ár.
Vit eru uttan Luis Suarez og Lucas Leiva, meðan Steven Gerrard er hálvur, men alíkavæl seta vit okkum øll niður í dag og trúgva upp á at vit kunnu vinna dystin. Harvið ikki sagt at vit vænta at vinna, men liðið er gott og sigur alt “klikk”, so kunnu vit vinna. Akkurát sum vit gjørdu á Stamford Bridge í 2008/09, tá eitt Xabi Alonso mál søkti Chelsea í egnari borg á fyrsta sinni í fleiri enn 80 dystum.
So langt eru vit komin. Vit fáa aftur gásarhuð, tá vit síggja myndir av Steven Gerrard avgerða ein dyst, ella tá vit hoyra Champions League tónarnar, tí vit eru á veg. Mikukvøldini tá vit sita í Bowling høllini og droyma okkum á Anfield, tá Real Madrid, Barcelona, Inter Milan, Inter Milan, Arsenal og ikki minst Chelsea verða koppaði. Vit eru á veg, men tað er bara eitt ár síðani at endin var nær. Felagið var á stokkinum til at fara á heysin, men nú kunnu vit aftur. Men gevið nú Kenny Dalglish, Steve Clark og John W. Henry eitt sindur av tíð at arbeiða í áðrenn vit senda illbønir avstað og gloyma hvat Liverpool stendur fyri og hvussu langt vit eru komin.
4) Innkeypini: José Enrique, Craig Bellamy og Luis Suarez eru hits. Sebastian Coates er til framtíðina. Jordan Henderson hevur seinnu dystirnar avgjørt prógvað, at hann er ein leikari, ið kann blíva góður. Vit seldu ein 27 ella 28-ára gamlan Raul Meireles til Chelsea fyri eitt lítið yvirskot. Skuldi hann halda fram, so skuldi hann double up í løn. Vit hava nú ein 21-ára gamlan onglending á miðvøllinum fyri áleið somu løn sum Raul Meireles var á(haldi eg). Um fimm ár hevur Raul Meireles null virðið, meðan Jordan Henderson tá verður 26-ár.
Charlie Adam kostaði milum 50-60 milliónir og hevur bara eitt ár bakið sum PL leikari. Ávísar kritiskar røddar hava longu kolldømt hann, tí hann ikki kann tað saman sum Xabi Alonso kundi í 2008/09. Minnast til Xabi Alonso áðrenn tað? Tað er ikki størri munurin. Gev honum nú líka eitt ár at koma til rættis í einum stóru felagið sum Liverpool. Hetta er ein kollvelting fyri hann.
Andy Carroll kostaði ov nógv – alt ov nógv. Men hann spældi fyrra árið í næstbestu deildini og hevði síðani eitt hálvt ár í PL áðrenn vit keyptu hann. Chris Hughton hevur ikki hunsa runt við honum og Andy hevur eisini verið millum barndómsvinir og familju har norðið. Nú er hann komin til Liverpool og tað er eisini ein kollvelting fyri hann. Prísskeltið kann ikki framskunda framgongdina hjá honum sum menniskja og fótboltsleikari. Tá vit so byrja at raka í høvdið á honum(Gerrard vs Newcastle) og tá hann eisini finnur útav at flyta seg rætt, so verður hann eitt fínt vápn at hava í hópinum.
Steward Downing er eitt sindur ringur at blíva klókur upp á, men vónandi hevur hann ein kant í sínum spælið, sum vit ikki hava sæð enn.
Skribentur Tróndur Arge
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









