Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Klassamunur á Etihad

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Tað var við stórum spenningi ein gjørdi seg kláran til dagsins dyst á Etihad Stadium, stutt undan dystinum bleiv tað kunngjørt, at hesin dysturin skal verða tann fyrsti av 8 uttan Suarez. Men Liverpool hevur staðið seg rímiliga væl hettar kappingarárið, um ikki framúr á útivølli so hevur Liverpool fingið 16 stig uttan fyri Anfield, og hetta hóast at liðið bara hevur skotið 10 mál í 9 dystum. Mótstøðuliði Man City er tó eisini eitt framúr gott lið og á heimavølli vísa teir vanliga onga náði. 9 dystir og líka nógvar sigrar og eina málúrtøku uppá 28-4. Liðini eru umleið lílka væl fyri áðrenn dystin, um vit taka teir seinstu seks dystirnar, so hevur Liverpool fingið 11 stig móti 10 til City. City hevur tó ikki fingið mál tveir teir seinastu dystirnar

Liverpool kom eisini væl frá byrjan og kundi, burdi og skuldi komið á odda eftir bara 7 min tá ið Downing bara skuldi senda bóltin framvið Hart, eftir eitt sera flott Liverpool álop. Men stutt eftir var tað Aguero, sum skoraði fyri City. Dirk Kuyt misti óneyðugt bóltin, men tað var eitt mega drop av Reina, sum førdi til at Aguero kundi skorða út 18 metrum. Liverpool stíddi seg inn aftur í dystin og tað var eitt sindur móti leikgongdini at Yaya Toure eftir hornaspak kundi skalla bóltin í mál eftir 33 min. Kuyt hevði ein góðan møguleika beint fyri hálvleik, men inn vil bólturin ikki.

Dalglish gjørdi tí "vanligu" broytingini inn við Gerrard og Bellamy, men einki hjálpti. Bellamy gjørdi tó eitt lítið sprell fyrstu løtuna og Gerrard fekk víst at hann er klassar betri enn Adam. Sjálvt eftir at Berry var vístur av vøllinum megnaði Liverpool ikki at skapa meira enn ein hálvan málmøguleika, til seint innskifta Maxi. Hinvegin vórðu City farligir uppá kontra og fingu eisini eitt brotsspark, sum Milner skoraði trygt uppá til 3-0, umframt at Johnson rakti stólpan.

Eitt sera skuffandi avrik av Liverpool, sum eisini hevur haft tveir dagar meira hvíld enn City. Gott nokk vann Liverpool skot hagtølini í dag og sjálvt um tað harmar meg, so má eg viðganga, at vit eru líka farligir sum ein tannleys omma, sum sonurin hjá mær tók til.

Men í morgin er aftur ein nýggjur dagur, eisini fyri Liverpool, málsetningurin er framvegis eitt 4 pláss og tað er møguligt at náa enn.!

 

Klassamunur á Etihad
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan