Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Downing og Jonjo hava skorða fyri Liverpool!

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Tað sá ikki gott út fyrsta hálva tíman á Anfield í kvøld, Oldham kom á odda 1-0 við einum sera vøkrum málið og hesa løtuna hevði Oldham nakrar naskar royndir á Liverpool málið. Til alt held fekk Liverpool javna beint eftir, tá ið ein roynd hjá Jonjo umvegis Bellamy fór framvið Oldham málmanninum. Tað kom nú meira ferð á Liverpool spælið og beint fyri hálvleik fekk heimaliðið bortsspark, sum liðskiparin umsettið til mál, 2-1 var eisini hálvleiksstøðan.

Dalglish hevur helst tosað við stórum bókstavum í hálvleikinum, tí tað var eitt hamskift Liverpool lið, sum kom út aftur á vøllin. Bara fyrstu løtuna, hevði Liverpool 5-6 rættuliga stórar málmøguleikar. Serliga var Bellamy famúr góður og tað var Gerrard partvís eisini, hinvegin var Coates ræðandi vánaligur og fleiri aðrir kunnu ikki verða nøgdir við sítt avrik. Ein sum spældi seg upp var Jonjo, sum eisini var maðurin aftanfyri 3-1 málið upplegg frá Bellamy, hetta var fyrsta málið hjá Jonjo fyri Liverpool. Føðingardagsbarnið Andy Carroll var júst komin á vøllin tá ið hann við einum dundur skotið úr 20 metrum gjørdi tað til 4-1. Um eg minnist rætt, var hetta  hansara fyrsta mál á Anfield hettar kappingarárið. Fyri at seta eitt perfekt punktum, kundi somuleiðis innskifti Downing eisini gera sítt fyrsta mál fyri Liverpool og eins og Jonjo frammanfyri the kop.

 

 

Downing og Jonjo hava skorða fyri Liverpool!
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan