Stoke hevði eina ætlan áðrenn vitjanina á Anfield, hon var sera greið, Tony Pullis vildi bara hava eitt stig og tað fekk hann. Stoke leikti frá byrjan eins og Liverpool endaði móti Man City í Carling Cup og eins og City, megnaði Liverpool ongantíð, at bróta niður eina sera sterka og vælleikandi Stoke verju.
Vit hava øll hoyrt tað fyrr og vit kunnu endurtaka, vit hava sera trupult við at vinna okkara dystir á heimavølli, vit hava tó framvegis ikki tapt og tað er sjálvandi positivt, og harumframt hava øll lið tupult við at skorða móti Liverpool, serliga á Anfield. Tað er tí eisini sera harmiligt at vit ikki sjálvir skorað mál, tí tað merkir at vit nú bara hava vunnið fýra av 11 møguligum dystum á heimavølli og hetta var næsta óverðuligt sjeyndi javnleikurin hjá Liverpool á Anfield, í hesum kappingarárinum.
Sum so ofta fyrr hevði Liverpool bóltin so at siga allan dystin, kanska eisini tí Stoke ikki vildi hava hann. Men tá ið alt kemur til alt, hevði Liverpool bara ein heilt stóran møguleika til Dirk Kuyt, sum sendi skallaran framvið málinum úr góðari støðu og annars var bara eina roynd “on target”.
Liverpool liggur nú á einum sjeynda plássið, tað eru 5 stig upp til eitt Champions League pláss sum Chelsea hevur beint nú, men eisini bara 5 stig niður til eitt lið sum Stoke á 8 plássið.
Liverpool hevur næst best verju hagtøl í Premier League, og tað er við til at halda okkum í kontakt við liðini omanfyri. Trupulleikin er at vit bara hava skorða 24 mál í 21 dystum, tað er færri enn bæði Blackburn og Bolton, sum tekur móti Liverpool á Reebok Stadium komandi leygardag.
Mest skorandi Liverpool leikarin, sum byrjaði dystin móti Stoke, var liðskiparin Steven Gerrard, sum enntá bara hevur byrja inni í 3 PL dystum og hevur skorða 2 PL mál. Hetta er heilt einfalt ikki gott nokk fyri eitt stórlið sum Liverpool er ella vil verða aftur.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









