Eitt ótrúliga vánaligt og skuffandi avrik av Liverpool á Reebok Stadium, áðrenn dystin høvdu bæði Chelsea og Newcastle leikt sínar dystir. Úrslitini vórðu greitt til fyrimuns fyri Liverpool um teir bara kundu vinna sín dyst, tað var tí lagt upp til ein góðan dag fyri okkara. Aftaná sera vánaliga avrikið móti Stoke á heimavølli, vórðu eisini vónir um at teir reyðu skuldu fara út og vísa hvør dugur er í teimum. Men tað vit fingu var helst tað vánaligasta Liverpool avrikið í fleiri ár. Alt fór í svart!
Tá ið eg fór til songar í gjár var tað í einari vón um at vakna og uppdaga at talan var ein óndan dreyma, men so var tíverri ikki. Vitandi um at vit ikki fáa ikki gjørt nakað við tað sum er fari, er bert at vóna at okkara læra av hesum so tað ikki kann henda aftur. Í gjár vórðu tað ikki nógvir leikarar, sum kunnu standa við sítt avrik á vøllinum, nøkur undantøk vórðu hóast alt, Reina, Agger, Gerrard og Bellamy kunnu halda høvdið høgt, meðan restin má hyggja inn í seg sjálvar og heilt einfalt taka seg saman.
Bolton var enn 3 stig mist, men lagnan hjá Liverpool hettar kappingarárið verður avgjørd komandi fýra dystirnar, tá ið vit á Anfield, fyrst taka ímóti Manchester City í Carling Cup mikukvøldið, Manchester United í FA Cup leygardagin. Har eftir koma tveir fylgjandi dystirnir í Premier League, á útivølli móti Wolverhampton og á heimavølli móti Tottenham í dystinum har Suarez kann gera comeback, eftir hesar dystir eru vit heilt víst munandi klókari.
Um eg skal taka nakað positivt fram, so má tað verða viðmerkingarnar hjá Dalglish eftir dystin, har hann segði soleiðis:
"I don't think the approach was correct and I don't think the way we went about our work was correct.
"The foundations of the football club have always been built upon respect for other people and the philosophy that the next game is the most important one - not the one that is two or three (games) down the line.
"If they needed a lesson to be taught to them then today was it. If they think they can just turn up and get a result, not be as competitive and not match the opposition for effort and commitment then they've got a lesson today.
"If they've learned it then fine. Without trying to take anything away from Owen (Coyle) and the way Bolton played, we have to look at ourselves and see what we can do to try and prevent it from happening in the future. That's what we'll do."
YNWA
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









