Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

´Sel, keyp og koyr Kenny Dalglish frá!

Tróndur Arge
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Soleiðis verður Facebook síðan hjá Liverpool Føroyum spammað eftir hvønn tann einasta dyst, ið Liverpool ikki vinnur. Ráðini eru nógv, men sjáldan serliga væl gjøgnumhugsað. Eg flutti til Onglands í 2009 og havi síðani eg var til mín fyrsta dyst lært nógv. Millum annað frá Manchester City.

Skil í óskilinum
Um summarið 2009 keypti Manchester City inn í stórum stíli. Kolo Toure, Emmanuel Adebayor, Roque Santa Cruz, Carlos Tevez, Gareth Barry og Joleon Lescott.
Út fóru leikarar sum Elano, Daniel Sturridge, Darius Vassell, Danny Mills, Dietmar Hamann, Michael Ball Gelson Fernandes, meðan Joe Hart og Jo blivu útleigaðir. Undanfarna árið var millum annað Robinho keyptur fyri yvir 300 milliónir krónur. Manchester City varð í 2008 keypt av Sheik Mansour, sum uttan trupulleikar kundi gjalda fyri gildið. Ikki bara fyri prísin á teimum einstøku leikarunum, men eisini fyri teirra lønir, hóast tær als ikki samsvaraðu við inntøkurnar hjá felagnum. Felagið fekk í 2008/09 hálvthundrað stig og endaði mitt á stigatalvuni á einum tíggjunda plássi.

Fyrsta greinin eg skrivaði fyri Sosialin sum enskur viðmerkjari var um júst hetta flytingarvindeygað. Eg dugdi illa at síggja nakran samanhang í øllum innkeypunum, sum fyri tað mesta tóktust tilvildarlig.

Tíbetur, so var føroyski landsliðs- og Manchester City málmaðurin, Gunnar Nielsen, betri informeraður enn eg. Hann vísti á, at allir leikararnir, ið komu til felagið hetta summarið høvdu eitt til felags. Teir høvdu allir spælt tvey góð ár í Premier League áðrenn teir komu til.

Manchester City keypti seks leikarar á ovastu hill í Premier League. Umframt Robinho, Shay Given, Vicent Kompany Nigel de Jong, Craig Bellamy, Pablo Zabaleta, Shaun Wright-Phillips, Jo og Wayne Bridge. Samlaði kostnaðurin fyri allar hesar er næstan 2,5 milliardir krónur.

Javnleikir og onki Champions League

Kappingarárið 2009/10 endaði við einum vónbrotið, tá Manchester City við Martin Fulop í málinum í staðin fyri Gunnar Nielsen, misti møguleikan fyri at spæla Champions League fótbólt í seinasta umfarið. Hálvanvegin gjøgnum kappingina bleiv Mark Hughes koyrdur og Roberto Mancini tók yvir.

Hóast felagið hevði keypt fyri yvir tvær milliardir netto, so gjørdist Manchester City ov stutt til Champions League fótbólt við millum annað 13 javnleikum á vegnum. Tað ljóðar so kent í okkara oyrum, at eitt lið við nógv nýggjum leikarunum spælir nógvar javnleikir, ha?

Eg sat sjálvur á City of Manchester Stadium, meðan feløg sum Burnley og Hull komu á vitjan og fingu javnleikir heim við. Sjálvt við Robinho, Carlos Tevez og Emmanuel Adebayor á liðnum gekk tað gali.

Onki hevði meira at siga enn Champions League og eitt steyp – líka mikið hvat. Eg var á Old Trafford, tá Wayne Rooney í seinastu løtu sendi City úr Carling Cup kappingini í hálvfinaluni.

Í einum av seinastu dystinum í landskappingini tók City móti United og tapti 1-0 á heimavølli í evstu løtu. Tað sást á eygunum á øllum City viðhaldsfólkunum hvussu hart tað var. Felagið megnaði ikki at vinna sær eitt pláss í Champions League við 67 stig um fimta plássi.

Boring boring City

Undan kappingarárinum í fjør komu so nýggir leikarar til. James Miner, David Silva, Yaya Toure Jerome Boateng og Mario Balotelli fyri eina lítla fitta milliard krónur netto. Alíkavæl megnaði Manchester City ikki at vinna sær eitt Champions League pláss fyrr enn móti endanum av kappingarárinum. Avgerandi løtan varð aftur ein dystur móti Tottenham, men hesa ferð gjørdi Peter Crouch sjálvmál.

Nógv varð lagt fyri í FA Cup og hesa ferð, trý ár eftir at felagið varð keypt av Sheik Mansour, bragdaði. Eitt FA Cup steyp og eitt pláss í Champions League fyri uml tríggjar milliardir krónur netto.

Felagið spældi fleiri óáhugaverdar dystir og fjølmiðlarnir trýstu Roberto Mancini eitt sindur. Serliga stendur dysturin á heimvølli móti Manchester United klárur í minnum. Ein kavrotin 0-0 dystur, har heimaliðið ongantíð leyp á við fleiri enn einum framherja og einum hálvum Yaya Toure.

Í meir enn eitt ár hevði Roberto Mancini tikið lívið úr monnum til venjing, har teir at kalla hvønn dag skulu renna skugga renning fyri at læra at verja rætt. Verja soleiðis at liðið ongantíð kemur í óbalansu. Av tí at italiumaðurin ikki hevði álit á flokkinum, so vildi hann heldur ikki satsa ov nógv.

Manchester City í dag

Í dag liggur felagið á fyrsta plássið í Premeir League og spælir til tíðir sera góðan álopskendan fótólt, men tað hevur eisini kosta nógv at koma hertil. Afturat teimum áðurnevndi leikarunum, so eru Edin Dzeko, Sergio Aguero, Samir Nasri og Gael Clichy. Tað hevur tikið trý ár og umleið fýra milliardir at fáa Manchester City frá einum miðal liði til eitt oddalið í Premier League.

Felagið hevur keypt av ovastu rók og løn hevur einki at siga.

Relevant fyri Liverpool?

Tey, sum framvegis lesa, spyrja sikkurt seg sjálvi hvat meiningin er við hesum her. Liverpool er í løtuni í holt við tað sum eg vil kalla fyri stig tvey í eini endurbygging av einum felagi og einum liðið.

Stig 1 var at rudda út í hópinum og samstundis gera eitt signal keyp ella tvey. Luis Suarez var eitt greitt signal um at vit við nýggjum eigarum vildu nakað. Vánaligu úrslitini hjá Roy Hodgson fingu avleiðingar og í januar 2011 var tað nokk ongin annar enn Kenny Dalglish, sum hevði kunnað tikið um endan sum hann gjørdi.

Men mitt í stig 1 gongur gali og ein av stjørninum vil ikki meir. Fernando Torres verður seldur og vit hava nakrar dagar at keypa ein avloysara í. Valið fellur á ein ungan Andy Carroll. Set hetta í mun til, at Manchester City á seinasta leikdegi í 2008 keypti Robinho frá Real Madrid undir nøsini á Chelsea.

Robinho hevði í dag passa nógv betur til Manchester City, tí teir eru nú á einum stigi, har teir høvdu kunnað notið gott av eginleikunum hjá honum. Liverpool er framvegis í holt við at finna stevið og tí kunnu vit siga tað sama um Andy Carroll. Um hann kom til felagið um eitt ár ella tvey, so hevði keypið heilt víst givið meiri meining, tí tá hava vit funnið ein leikhátt og leikararnir kenna hvønn annan betri.

Samanberingin her skal ikki skiljast sum ein samanbering millum leikararnar Robinho og Andy Carroll, men heldur støðuna hjá teimum báðum. Stílurin hjá Manchester City passaði ikki til Robinho, sum var eitt signal keyp hjá Sheik Mansour. Andy Carroll varð somuleiðis eitt signal keyp um at Liverpool ætlaði sær víðari, men hann pass heldur ikki inn í Liverpool stílin – enn í hvørtfall.

Stig 2: Vit hava nú rudda nógv av ókrútinum vekk og hava keypt eftir einum leisti, ið kann samanberast við Manchester City. Vit hava ikki rá at keypa av ovastu rók og hava tí sett okkum fyri at keypa leikarar frá “minni” feløgum, umframt at teir vit keypa skulu hava góð hagtøl við bóltinum og hava eina fortíð uttan ov nógvar skaðar.

José Enrique, Stewart Downing og Charlie Adam spældu at kalla hvønn dyst fyri sítt felag árið fyri og ongin av teimum er nakað serliga skaddur. Teir stóðu seg eisin allir væl í fjør. Craig Bellamy er eitt undantak, men enn hevur hann ikki fingið nakran fiburskaða síðani hann kom til Liverpool, men tað kemur hest eisini av at Liverpool hevur dugað so væl at spart hann tá tað stendur á í lærinum.

Man City vs Liverpool

Tá Manchester City var í holt við stig tvey blivu teir nummar fimm og vunnu einki fyrsta árið, men megnaðu árið eftir at røkka einum triðja plássi og vinna FA Cup. Tá hevur Manchester City keypt fyri yvir tíggju ferðir so nógvar pengar sum vit, men byrjaði á einum lægri stigi.

Vit hava brúkt áleið 350 milliónir krónur netto síðani 2008/09(í mun til 4.000 milliónir krónur hjá Man City + løn). Okkara umbygging líkist nógv tí hjá Manchester City. Vit hava ruddað út, liðið manglar at finna eina javnvág og vit hava ilt við at koppa dystir okkara veg.

Um vit halda fram við at byggja upp á tað vit hava og leggja afturat har tað er neyðugt, so hava vit ein møguleika at koma í somu støðu sum Tottenham í ár. Teir hava hildið fast í Harry Redknapp og einum liðið í góð trý ár. Tað er tað, sum krevst fyri at spæla eitt lið saman.

Róligur Sámal Mathias

Vit kunnu ikki dag inn og út út gremja okkum um Kenny Dalglish og vilja selja alt liðið fyri síðani at keypa antin onkran fantasi leikara sum Neymar ella Eden Hazard ella onkran, sum stendur seg væl í Football Manager.

Tað tekur tíð at byggja eitt lið og tað er líkamikið hvør tú ert. Hygg eftir Manchester City og hvat við eitt nú Real Madrid og Barcelona. Real Madrid hevur kastað pengar eftir øll, sum dugur at ganga, meðan Barcelona hevur í ára tíggju hevur fylgt eini fótboltshugsan og bygt upp á hana. Hvør er komin betur burtur úr tí roknistykkinum?

Vit hava ikki líka nógvar pengar sum Manchester City, Manchester United og Chelsea. Tí mugu vit verða snildari og vilja tað meiri. Tað gera vit ikki við at selja, keypa og skifta venjara eftir hvønn dysti.


Tróndur Arge - Liverpool

´Sel, keyp og koyr Kenny Dalglish frá!
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan