Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Hurra! sum tað gongur í steypakappingunum

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Eg hevði leita mær niðan í bowlinghøllina, at hyggja eftir stóru FA Cup uppgerðini millum Liverpool og Manchester United, eg hevði vóna at bowlinghøllin fór at verða stúgvandi full av Liverpool fjepparum, men so var tíverri ikki í gjár, hóast nøkur kend andlit vórðu at síggja (hetta er bara eitt vinarligt prik). Tað er sum um at vit Liverpool fjepparir ikki koma út tá ið vit spæla ímóti teimum “stóru”. United er gott nokk ein av teimum stóru, men eisini eitt av teimum stóru, sum ikki hevur vunnið ein fótbóltsdyst á Anfield síðani 2007. Tað gjørdu teir heldur ikki hesaferð hóast teir stórar partar av dystinum vórðu greitt omaná, men hinvegin høvdu teir bara 3 skot á málið móti 9 til Liverpool.

Liverpool byrjaði annars dystin væl, komu á odda tá Daniel Agger stútaði eitt hornaspark í mál. Sir Alex helt fyri høvdið tá ið hann sá málmansspælið hjá De Gea. Men heldur enn at hetta gav Liverpool nakað eyka, var tað  United sum settið seg á dystin, og stutt fyri hálvleik javnaði liði úr Manchester við málið frá Park, hetta eftir ikki sannførandi verjuspæl frá Liverpool í okkara vinstur síðu.

Dirk Kuyt gjørdist stóra Liverpool hetjan, tá hann stutt fyri tíð skoraði avgerandi málið, hetta var faktiskt bara hansara annað mál í ár, upplegg skal tilskrivast Andy Carroll, sum kanska  leikti sin besta dyst í reyðu troyggjuni. Harvið fekk King Kenny eisini sína hevnd á Sir Alex. Tá ið tað var júst United, sum vann 1-0 á Old Trafford í fyrsta dystinum Dalglish stóð á odda fyri Liverpol eftir at hann hevði tikið yvir eftir Hodgson.

Áðrenn dystin var nógv tosað um rasismu málinum millum Patrice Evra og Luis Suarez, men báðir venjarinir vórðu eftir dystin nøgdir við hugburðin hjá bæði leikarum og áskoðarum á Anfield. 

Um avrikið hjá leikarunum kann eg stutt siga, Reina leikti aftur ein góðan dyst, onkur minni góð avrik hava annars verið í ár. Aftur í gjár, vísti hann, uttan at hava nógv at gera at hann er í top 5 í heiminum, framúr útstráling. Kelly á høgra bakki, kom væl frá síni uppgávu, góður í verjupartinum, men hevur nakrar tekniskar manglar í avspælinum. Skrtel og Aggar vórðu báðir framúr góðir og gjørdu so at siga einki skeivt, framúr avrik av báðum. Enrique sum kanska hevur verði besta keypa hjá Dalglish (Suarez undantikin), var í gjár veikasta lið í verjupartinum og tað var eisini í hansara síðu, at United hevði sínar møguleikar.
Føðingardags barnið Carragher, sum verjukendur miðvalarin, er ikki ein roynd sum eg vil síggja aftur, tað var næsta synd fyri hann til tíðir. Henderson rennur og rennur, men hann hevði tíverri onga ávirkan á hendan dystin. Gerrard er ikki heilt á toppinum enn, men eg vil ikki verða liðskiparan fyri uttan í nøkrum dysti, framúr leiðari á vøllinum. Downing vísur aftur í dag, at hann er best tá ið hann leikar í vinstru síðu ok avrik frá honum. Maxi av og á ger hann okkurt genialt, men eg haldi at hann bara kann brúkst tá ið Liverpool er klárt omaná.

Carroll var á top og leikti sín klárt besta dyst fyri Liverpool hóast tað ikki bleiv til nakað mál, vísti góðan arbeiðsvilja allan dystin hevur upplegg til Kuyt sum avgerð dystin og er sera nær við at skorða sjálvur.
Um innskiftarnar Kuyt, Adam og Bellamy kann stutt sigast, at teir allir høvdu positiva ávirkan á dystin eftir at teir komu inn.

 

Hurra! sum tað gongur í steypakappingunum
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan