
Hóast fleiri stúrdi fyri at Liverpool kundi fáa tað trupult móti Wolverhampton á Molineux, serliga tí at liðið júst hevði leikt tveir góðar og dystir móti báðum topp liðunum í Premier League og tí hetta var 3 dysturin uppá eina viku. So var tó ikki, Liverpool vann ein sera tryggan sigur á botnliðnum, sum ikki hevur hildið málið reint í teimum seinastu 19 dystunum og ikki vunnið í teimum seinastu 11. Hetta skal tó ikki taka nakað frá okkara monnum, fyrri hálvleikur var rímuliga javnur og við fleiri málmøguleikum báðar vegir, tó greitt fleiri til Liverpool.
Liverpool var væl omaná allan seinna hálvleik, har vit eisini fingu trý góð mál. 1-0 við málið frá Andy Carroll eftir flott upplegg til aftastu stong frá Charlie Adam. Tað bleiv 2-0 við Craig Bellamy sum bleiv spældur fríður av einum vælleikandi Jay Spearing, og úr umleið 16 metur frástøðu fær hann skot á móti handaru stong, Hennessey hevur fingrarnar á bóltinum men tað var ikki nokk.
Tað var frálíkt, at Carroll aftur fekk eitt mál, men tó var helst eingin eins glaður, sum Dirk Kuyt, sum skoraði til 3-0 aftaná eitt framúr gott snarálop og aftur eftir upplegg frá Adam, Enrique skal hava stórt rós fyri fyrstu longu sendingina til Kuyt, sum síðani spældi bandaspæl við Adam. Mál nummar 50 í Premier League fyri Dirk Kuyt og har við eisini hansara fyrsta í PL hettar kappingarárið.
Kuyt bleiv keyptur til Liverpool í august 2006 tá ið Rafa heintaði hann í Feyenoord. Kuyt fekk sítt fyrsta mál fyri felagið 20.09.2006 á Anfield móti Newcastle, í einum dystin har Bellamy, Reina og Agger eisini vórðu við frá byrjan.
Flest allir leiktu væl hendan dystin, eitt nú Bellamy og Carroll, men skal eg taka nakran framum, so má tað verða Spearing, sum aftur leikti ein góðan dyst. Tað sær út til, at nú Lucas ikki er tøkur, má tað verða hann, sum skal hava verjukenda leiklutin á miðvøllinum og gera hinar góðar, eitt nú Adam.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









