Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Jan Mølby: Suarez skal verða við frá byrjan.

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Liverpool legendan Jan Mølby, hevur gjørt sær nakrar tankar, um komandi dystin á Anfield móti Tottenham. Við Liverpool Echo sigur hann millum annað. Kenny Dalglish hevur tikið nakrar stórar avgerðir seinastu tíðina, og tað skal hann aftur til at gera í samband við at Spurs kemur á vitjan. Eitt nú skal Kenny taka avgerð um, hann skal seta Luis Suarez á vøllin frá byrjan. Um tað var mín avgerð, so skuldi hann sjálvandi tað, sigur Mølby. Hetta verður ein sera trupul dystur, móti einum av teimum bestu liðunum í Onglandi beint nú. At halda Suarez uttanfyri frá byrjan haldi eg er at geva Tottenham ein fyrimun sigur Mølby víðari.

Suarez hevur ikki leikt dyst nú í fleiri vikur, men hann hevur eginleikarnar sum skulu til fyri at hava ávirkan á ein slíkan dyst.  Tað var sjónligt tá ið hann kom aftur frá Copa America. Skal Suarez við frá byrjan skal onkur út, men eg haldi ikki at tað skal verða Carroll, sum skal geva pláss, hann hevur gjørt tað gott seinastu dystirnar, hann sá skarpur út í dystunum móti United og Wolves, og tað at skorða mál, hevur heilt sikkurt gjørt gott fyri hann.  Ótrúligt nokk hava Suarez, Carroll og Gerrard tilgóðar at byrja inni samstundis, hetta verður vónandi broytt mánakvøldið.

Í verju partinum verður Kenny eisini noyddur at taka eina ella tvær týðandi avgerðir, bestu leikarinir hjá hjá Tottenham beint nú eru Modric og Bale, tað hevur avgerandi týdning fyri Liverpool at steðga hesum báðum.  Eg kundi hugsa mær, at Kenny umhugsar at brúka Martin Kelly heldur enn Johnson á høgra bakki til at taka sær av Bale. Vit mugu viðganga at Bale, ein góðan dag kann verða meira enn trupul at hava við at gera, hann fær ting at henda fyri sítt lið, við sínari ferð og gjøgnumbrots kraft, hann skal Liverpool hava stýr á um tað skal enda væl fyri Liverpool. Johnson er sjálvur betur offensivt enn defensivt,  so tað er væl møguligt, at hann tekur, Kelly framum Johnson, sigur Mølby, at enda við Liverpool echo.

 

 

Jan Mølby: Suarez skal verða við frá byrjan.
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan