Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Liverpool aftur bara javnleik á Anfield

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Ikki heilt óvæntað hevur Liverpool leikt javnleik fyri áttandu ferð hettar kappingarárið á heimavølli. Liverpool royndi og royndi, men tað rakk bara ikki í dag, hóast allir sum ein góðu alt teir høvdu, men tann seinasti kreativiteturin og hóttanin manglar. Hóast tað bleiv tað til tveir rættuligar stórar mál møguleikar til serliga Carroll og Suarez, sum flestu av okkum helst høvdu vóna var við frá byrjan í dag, men ein lítlan hálvan tíma fekk hann í dag. Gleðin á Anfield var ikki til at taka feil av tá ið hann kom á vøllin fyri Kuyt. Nakrar góðar skot royndir frá Spearing, Johnson og Kelly, bleiv tað eisini til.

Tottenham hevði nokk eina ætlan um, at hetta fyri teir var ein dystur, sum ikki mátti tapast, Parker, King og Dawson, gjørdu tað meira enn trupult fyri okkara allan dystin, og so vórðu Spurs nær við at fara við øllum tá ið Bale gjørdist púra fríður við Reina til allar seinast, men Reina sum annars so at siga var arbeiðsleysur í kvøld, gjørdi sítt og so fekk Liverpool hóast alt eitt stig. Alt annað hevði eisini verði hamrandi órættvíst.

Tað sær heldur trupult út, við at náa Champions League, men enn eru hóast alt bara fýra stig upp. Nú skulu vit ein túr til Old Trafford næst og har skulu vit helst eisini heinta minst tað eina stigið.

Liverpool aftur bara javnleik á Anfield
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan