Liverpool.fo

  • Skip to content
  • Forsíða
  • Liverpool FC
  • Liverpool Føroyar
  • Tíðindi
  • Greinir
  • Mið
  • Myndasavn
  • Nýggir limir
  • Hillsborough
  • Umsiting

Eingin er størri en felagið

Áki Johansen
Send til ein fjeppara Skriva út PDF

Spenningur undan dystinum á Old Trafford í dag var næstan ikki til at halda út, vónirnar til at okkara kundi fáa stig vórðu góðar, tí úrslitini í seinastu hava verði framúr góð. King Kenny kundi taka ein næstan skaðafríðan hóp við til Manchester, við at tað bara er Lucas, sum ikki er tøkur í løtuni.

Tað hevur verið serliga nógv fokus á Suarez vs Evra málið í fjølmiðlunum og millum fjepparar. Mín vón undan dystinum, var at tað fór at verða fokus á fótbóltin bæði áðrenn og aftaná dystin. Tað sum øll sjálvandi bíðaðu eftir, var um Suarez fór at taka í hondina á Evra. Dalglish hevði undan dystinum sagt, at tað fór at hann at gera, men tá ið Suarez kom fram til Evra tók hann ikki hondina ella umvent, nakað sum skapti nakað av øði. Flest øll Liverpool viðhaldsfólk "halda" við Suarez, men kortini haldi eg at tað var óneyðugt og heldur býtt ikki at taka hondina, vælvitandi at tað var ein persónliga trupul støða fyri hann

Tá ið tað kemur til sjálvan dystin, var Liverpool væl við fyrstu løtuna, og høvdu ein rættuliga góðan møguleika við Johnson. Sum tíðin gekk tók Utd meira og meira yvir,  tó uttan skapa nógvar møguleikar, tó ein stóran til Scholes eftir flott álopsspæl. Móti endanum av fyrra hálvleiki sprellaði Liverpool eitt sindur og Suarez fekk ein fríleypara, men Ferdinand fekk fótin á í seinastu løtu, Suarez kravdi fríspark, men talan var um eina fair takling «næstan». Suarez var rasandi og tá ið dómarin floytaði til hálvleiks sparkaði hann óneyðugt bóltin út í reklamubandan.

Vit fingu ringast møguliga byrjan uppá seinna hálvleik, eftir bara 5 min hevði Rooney lagt Manchester á odda 2-0, tað var skelkandi, og tað var verjuspælið hjá Johnson og bóltumgangurin hjá Spearing eisini. Dalglish framdi nakrar broytingar, men eg haldi at tað tekur ov langa tíð áðrenn nýtt fólk kemur inn, Bellamy og Carroll og til seinast Adam fáa ikki gongd á Liverpool, hóast Suarez minkar um munin 10 min áðrenn tíð, eftir frísparks upplegg frá Adam, men tað er ov lítið og seint.

Tá ið alt kemur til alt vóru vertirnir betra liðið, men tað vóru sjálvandi teir fatalu fimm minuttirnir, sum gjørdu enda á okkum í dag. Har var einki aftursvar frá okkum. Vit mangla kvalitet og hugflog framman fyri málinum hjá mótstøðu liðinum, tað er ikki bara í dag, tað er søgan um alt kappingarárið.
Dysturin fekk ein heldur keðiligan enda, tá ið Evra vísti ov stóra gleði fyri sigurin og tað var heilt klárt eisini í einari roynd at eggja Suarez. Ein støða sum vit kanska høvdu verið fyri uttan, um Suarez tók hondina áðrenn dystin. Tað ljóðar í kvøld, at Evra royndi at leggja eftir Suarez tá ið liðini fóru til hálvleiks. Seinasta orðið í hesari framhaldssøguni er tó neyvan sagt enn og tað verður bara ein vinnari «slatur bløðini».

Tað er ikki neyðugt at tosa um leikara avrik í dag, tó so at einki kann setast á Reina, Agger og Skrtel, sum leiktu væl. Hinvegin var Downing nær um ein rein katastrofa, sera sera vánaligt avrik og flestu av hinum kunnu ikki siga seg heilt undan. Heldur ikki og gott av Dalglish, sum ikki megnaði at fáa gongd á sínar menn og sum var alt ov seinur við fyrstu útskiftingini.

Í samrøðu við Sky eftir dystin segði Ferguson "Suarez er ein svartur plettur fyri Liverpool, hann burdi ikki fingið loyvið at leika fyri Liverpool aftur." Dalglish hevði eftir dystin onga viðmerking til sjálva hendingina, men vildi bara tosa um dystin. Til Ferguson vil eg tó siga, "í Liverpool er tað Dalglish og ikki tú sum tekur avgerðir".

Eftir dystin sendi Luis Suarez út hesi boð á twitter “Vit taptu og eru keddir um tað, vit royndi alt vit vórðu mentir, skuffaður tí alt ikki altíð er, sum tað sær út til at vera...”

 

 

Eingin er størri en felagið
Share
< Fyrra   Næsta >

Komandi dystir

Image

 

Swansea - Liverpool

Sunnudagin 13.05 kl. 15.00

Seinasti dysturin á árinum, kann ikki síggjast á vanligum kanalum í Føroyum vit fara at takka øllum fjepparum fyri kappingarárið 2011 -2012.

 

 

Liverpool.fo | ein Menning.fo uppsetan