Tað er ómøguligt ikki at vera nøgdur, tá ið Liverpool vinnur so knúsandi trygt sum í dag. Ok talan var ikki um eitt top 4 lið í Premier League, men næstan líka mikið hvør hevði stilla á Anfield í dag, so hevði tað liðið tapt, tí Liverpool leikti góðan fótbólt, serliga í seinna hálvleiki var tað til tíðir framúr gott press og umstillings spæl. Eitt sindur synd fyri Brighton kanska, eru teir fyrsta liðið, sum hevur gjørt 3 sjálvmál í sama dysti í FA Cup søguni, men omaná tað fekk Liverpool eisini sera góð mál frá Skrtel, Carroll og Suarez, Liverpool vann 6-1. Liverpool skal nú um tríggjar vikur, møta Stoke City á Anfield í kvart finaluni.
Úrsliti í dag kann møguliga siga okkum nakað um tað sum er ávegis, nú næsti dystur er sjálv Carling Cup finalan móti Cardiff, sum fyrr í ár hava tapt 3-1 á heimavølli móti júst Brighton. Eftir dystin í dag er so eingin grund til ikki at trúgva uppá, at Liverpool kunnu standa sum vinnarar av Carling Cup finaluni komandi sunnudag. Vit skulu bara ikki út í eina brotssparks kapping.
Um dystin kunnu vit í stuttum siga, at Liverpool skjótt kom framum, eftir hornaspark frá Gerrard var Skrtel snildur og nærlagdur við nærmastu stong og stútaði inn. Brighton fekk javnað við LuaLua, eftir fríspark, har múrurin hjá Liverpool ikki gjørdi sítt arbeiði. Beint áðrenn leikarinir skuldi fara til hálvleiks var Bridcutt óheppin at gera sjálvmál, eftir at annar leikari hevði bjargað á málstrikuni. Í seinna hálvleiki skoraði Carroll eitt sera flot mál eftir eitt framúrskarandi álop og assist frá Downing. Við 4-1 var Bridcutt aftur óheppin at gera sjálvmál. 5-1 var eitt løgið sjálvmál av Dunk. Suarez brendi síðani eitt brotsspark, gjørt móti Kuyt, men fekk kortini skorðað til 6-1 eftir upplegg frá Carroll.
Alt í alt ein góður dystur frá flest øllum Liverpool leikarunum í dag, skulu vit taka nakrar framum so má tað verða Skrtel, sum var einastandandi. Men eisini Carroll skal hava rós, og tað skulu Suarez og Gerrard eisini. Hesir byrjaðu allir inni saman fyri fyrstu ferð fyri teir reyðu og tað sá gott út. Hinvegin minni góð avrik av Johnson og serliga Henderson, sum stendur veikast í myndini í dag.
Nú gleða vit okkum til finaluna sunnudagin, sum vit sjálvandi síggja saman á Bryggjuni í Vestmanna komandi sunnudag 26 februar frá kl. 14.00.
| < Fyrra | Næsta > |
|---|









