Aftur í ár bjóðar Liverpool Føroyar eina Liverpool leikara troyggju á uppboðssølu.
Hesiferð eru tað Liverpool legendurnar Daniel AGGER og John BARNES sum hava sett sítt navn á.

Endamálið við søluni er sum fyrr, at savnað pening inn til ein í Føroyum vælgerandi endamál.

Uppboðssøla sum fer fram á facebook bólkinum hjá Liverpool Føroyar – tað er eisini møguligt at senda ein teldupost til liverpool@liverpool.fo

Uppboðssølan endar 11 februar kl. 20.00 (um fleiri kappbjóða tá ið uppboðssølan endar – er eigarin funnin, tá ið eingin hevur bjóða í 2 min.)

Vinaliga

Nevndin